Byggingin av nýggja felagsbygninginum hjá Fróðskaparsetri Føroya skal eftir ætlan byrja fyrst í 2027 og vera liðug í fyrru helvt av 2031. Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, legði uppskotið um at heimila byggingina fyri Løgtingið mánadagin.
Sambært uppskotinum kunnu útreiðslurnar til byggingina í mesta lagi verða 541,9 milliónir krónur. Í upphæddini eru millum annað ráðgeving í byggitíðini, innbúgv, listprýðing og arbeiði á økinum uttan um bygningin. Frá 2022 til 2026 eru 35,7 milliónir krónur brúktar til arkitektakapping og prosjektering. Við teimum útreiðslunum verður samlaði kostnaðurin mettur til 577,6 milliónir krónur.
Lesisalar, bókasavn og kafé
Felagsbygningurin verður umleið 8.200 fermetrar og skal vera miðdepilin í lestrar- og granskingarbýlinginum, sum fevnir um Frælsið, Nóatún og Debesartrøð.
Í bygninginum verða millum annað lesisalar, bólkarúm, undirvísingarhøli, bókasavnstænasta og felags móttøka. Har verða eisini høli til ráðstevnur og prógvhandanir, umframt matstovu og kafé. Fyrisitingin hjá Setrinum skal eisini húsast í bygninginum, sum í mest møguligan mun skal vera opin fyri almenninginum.
Fimleikahøllin í lon 10 og Ovastova í Nóatúni skal takast niður fyri at geva pláss fyri nýggja bygninginum.
Mentamálaráðið tekur yvir frá Landsverki
Fýra tilboð komu inn, tá byggingin varð boðin út, og samráðingar hava verið við fyritøkuna, sum hevði lægsta tilboðið. Frá 1. januar 2027 tekur Mentamálaráðið yvir sum byggiharri frá Landsverki. Ein byggieind verður skipað í ráðnum at stýra verkætlanini.
Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2027 eru 55 milliónir krónur settar av til verkætlanina. Tá bygningurin verður tikin í brúk, verða útreiðslurnar til eitt nú streym, hita, vask og røkt mettar til umleið sjey milliónir krónur árliga. Raksturin av matstovuni og kaféini er mettur til eina til hálvaaðru millión afturat um árið. Harumframt verður mett, at 1,8 milliónir krónur eiga at verða settar av árliga til viðlíkahald.

