info
Ongi úrslit

Vil hava rund­koyr­ing til nýggja býl­ing­in á Strondum

Helgi Abrahamsen hevur spurt Jacob Vestergaard, landsstýrismann í vinnumálum, um hann vil virka fyri eini rundkoyring á landsvegnum við Lágháls.

Eirikur Lindenskov
28. oktober 2026 kl. 18:47

Ein nýggjur býlingur við Hálsatjørn á Strondum veksur skjótt, men hevur onga beinleiðis íbinding í landsvegin. Tí mugu fólk koyra ein umveg gjøgnum bygdina, fram við húsum, har børn spæla.

Tað vísir Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, á í einum skrivligum fyrispurningi til Jacob Vestergaard, landsstýrismann í vinnumálum. Hann spyr, hvat landsstýrismaðurin heldur um ætlanina hjá Sjóvar kommunu at gera eina rundkoyring á Lághálsi, innan fyri Raktanga, so vegurin úr nýggja býlinginum kann bindast í landsvegin.

Sambært løgtingsmanninum hevði ein beinleiðis íbinding gjørt ferðsluna tryggari og leiðina til landsvegin styttri. Sýnið vestureftir er tó avmarkað, og tí er eftir hansara meting neyðugt við eini rundkoyring. Hann vísir á, at Sjóvar kommuna hevur sagt seg vera sinnaða at brekka av eini høvd fyri at bøta um sýnið.

Helgi Abrahamsen biður eisini landsstýrismannin meta um, hvat rundkoyringin fer at kosta, og svara, um hann er sinnaður at virka fyri, at hon verður gjørd.

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

24. oktober kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Tað verður illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:16

Soleiðis sær út eftir eldin á Gomlurætt

22. oktober kl. 09:28

Ein stormskaði fráboðaður

25. oktober kl. 09:07

Fleiri tíðindi

Lesarabrøv

Avgerðin er í okkara hondum

1 tími síðan
Tíðindi

Føroyskur limaskapur í Norðurlandaráðnum sett dám á fundin

2 tímar síðan
Tíðindi

Myndir: Minst 68 deyð í tok­van­lukku í Spania

3 tímar síðan
Lesarabrøv

Hvar skal Almannaøkið spara?

3 tímar síðan
Fótbóltur

Adrian og liðfelagarnir snávaðu móti liði úr triðbestu deildini

4 tímar síðan
Tíðindi

Hákun kongur kondolerar Spania

4 tímar síðan
Tíðindi

Nú eru 64 staðfest deyð í tokvanlukku

6 tímar síðan
Lesarabrøv

Avlop í fíggarlógaruppskotinum fyri 2027

6 tímar síðan
Tíðindi

Hesi minningarhald verða í Sunda kommunu

6 tímar síðan
Myndasøvn

Myndir: Markleys útbúgving við Tjarnir

8 tímar síðan
Tíðindi

Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

9 tímar síðan
Tíðindi

Mann kann tosa saman, og samstundis standa við sítt

9 tímar síðan