Amerikanski forsetin, Donald Trump, kallar í dag Noreg eitt »lortaland« í eini røðu á einum veljarafundi í amerikanska statinum Michigan.
Tað skrivar norska tíðindastovan NTB.
Útsøgnin kemur, eftir at suðurafrikanski mannarættarløgfrøðingurin Navi Pillay fyrr í mánaðinum fekk friðarheiðursløn Nobels.
Tað er norska Nobelnevndin, sum letur heiðurslønina.
– Hon fór til ein, sum eingin kennir. So eg eri ikki forelskaður í Noregi. Í veruleikanum stinkar Noreg.
– Noreg er vorðið eitt lortaland. Eg sigi bara sannleikan, sigur Trump á veljarafundinum í Michigan.
Ritzau