info
Ongi úrslit

Vinnuferðavinnan skal til Havnar

Tórshavnar kommuna og Visit Faroe Islands skulu draga vinnuferðandi til Havnar

info
Danjal av Rana
20. desember 2018 kl. 14:58
Visit Faroe Islands, Tórshavnar kommuna og Visit Tórshavn hava í dag undirskrivað eina samstarvsavtalu um at fáa fleiri vinnuferðavinnutiltøk til Føroyar og Havnar.   Miðað verður eftir, at 15 vinnuferðavinnutiltøk verða sett á skrá í 2019, 20 í 2020 og 25 í 2021.   Í sáttmálanum stendur millum annað, at Visit Tórshavn og Visit Faroe Islands í seinasta lagi í apríl 2019 skulu hava fingið samstarvið um vinnuferðavinnu skipað. Málið er at økja munandi um tiltøk innan vinnuferðavinnu í kommununi langskygt. Í 2019 skal ein ætlan gerast við málum og lutmálum fram til 2025.   Visit Faroe Islands og Visit Tórshavn seta hvør sítt fólk av til at arbeiða burturav við vinnuferðavinnu, og Tórshavnar kommuna umsitur stuðulsjáttanir og móttøkur í sambandi við vinnuferðavinnulig tiltøk, skrivar kommunan.   Herfyri vóru Annika Olsen, borgarstjóri, Bogi Andreasen, formaður í vinnunevndini, Anfinn Brekkstein, býráðslimur, Bjørgfríð Ludvig, kommunustjóri og Eva Bennicke, samskipari í kommununi í Dubai at kunna seg um vinnuferðavinnu.

Mest lisið hesa vikuna

Ken Fagerberg er deyður

Samgongan í Tórs­havn­ar bý­ráð er skrædnað

Allir 17 av manningini á Jökull bjargaðir

Sanna áttati í dag

20 menn úr Nólsoy fara til Dublin í kvøld

Send nýskipanarnevndina til hús

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Samandráttir frá dyst­um hjá før­oy­inga­lið­um í Champions League

3 tímar síðan
Tíðindi

Kalas útgevur sítt fyrsta jólalag

3 tímar síðan
Tíðindi

Siri Hustvedt um at velja eitt lív við list og bókmentum

4 tímar síðan
Hondbóltur

Danmark vann á Niðurlondum - spæla móti Føroyum leygardagin

4 tímar síðan
Tíðindi

At ganga plankan út

4 tímar síðan
Tíðindi

AGGRASOPPAR útgeva nýtt kasettuband

4 tímar síðan
Tíðindi

Jóla- og familjukonsertirnar hjá Føroya Symfoniorkestri

5 tímar síðan
Hondbóltur

Fram vann triðja dystin á rað - HK tapti

5 tímar síðan
Tíðindi

Løgmaður: Vit standa saman við íslendsku tjóðini í sorgini

5 tímar síðan
Hondbóltur

Champions League: Hákun vann og Óli tapti

5 tímar síðan
Tíðindi

Les Sosialin og fá at­gongd til alt blað­savn­ið fyri 40 krónur

5 tímar síðan
Tíðindi

Vinnarin av First Lego League kappast í Danmark

6 tímar síðan