info
Ongi úrslit
Atfinnarar føra fram, at oljan verður seld á altjóða marknaðinum. Tí fer hon ikki at lætta um orkuprísirnar hjá bretskum húsarhaldum, eins og skattainntøkurnar verða avmarkaðar

Ávara ímóti stórum oljufelti nær við føroyska markið

Har Rosebank-feltið liggur nærmast føroyska markinum, er talan bert um einar átta kilometrar - eitt vet meira enn teinurin úr Havn til Nólsoyar

Vilmund Jacobsen
28. november 2026 kl. 18:11

92 tinglimir úr bretska stjórnarflokkinum Labour leggja nú hart trýst á forsætisráðharran, Andy Burnham, fyri at fáa hann at steðga útbyggingini av stóra olju- og gassfeltinum Rosebank.

Feltið liggur bert fáar kilometrar úr føroyska markinum.

Hetta skriva bæði skotskir og bretskir miðlar í dag, eitt nú STV News og BBC.

Rosebank-feltið er størsta óútbygda olju- og gassfeltið í bretskum øki, og har feltið liggur nærmast føroyska markinum, er talan bert um einar átta kilometrar - eitt vet meira enn teinurin úr Havn til Nólsoyar.

Miðdepilin í Rosebank-feltinum liggur einar 96 fjórðingar úr Suðuroynni.

Í einum brævi til Andy Burnham, forsætisráðharra, mæla teir 92 tinglimirnir staðiliga frá at geva grønt ljós til verkætlanina.

Teir vísa á, at eitt loyvi til Rosebank fer at skaða veðurlagstrúvirðið hjá Bretlandi.

Haraftrat føra atfinnararnir fram, at oljan verður seld á altjóða marknaðinum og tí fer hon ikki at lætta um orkuprísirnar hjá bretskum húsarhaldum, samstundis sum skattainntøkurnar til bretska statskassan verða avmarkaðar.

Fleiri yngri ráðharrar hava enntá hótt við at leggja frá sær, um verkætlanin verður góðkend.

Hinvegin eru umleið 80 aðrir tinglimir í Labour – serliga úr Skotlandi – og fíggjarmálaráðharrin, John Healey, fyri útbyggingini. Teir ávara um, at ein sýtan fer at kosta túsundtals arbeiðspláss í skotsku oljuvinnuni.

Endaliga avgerðin liggur hjá orkumálaráðharranum, Miattu Fahnbulleh, sum væntast at taka støðu innan árslok, vita STV News og BBC at siga.

Mest lisið hesa vikuna

Ken Fagerberg er deyður

Samgongan í Tórs­havn­ar bý­ráð er skrædnað

Allir 17 av manningini á Jökull bjargaðir

20 menn úr Nólsoy fara til Dublin í kvøld

Sanna áttati í dag

Send nýskipanarnevndina til hús

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Grønland skelkaði í skíðskjóting í Finnlandi

11 minuttir síðan
Fótbóltur

Jørgen er aftur í barndómsfelagnum

22 minuttir síðan
Tíðindi

Tvøroyri hækkar barnafrádráttin upp í 15.000 krónur

25 minuttir síðan
Hondbóltur

Burn: Neistin vann greiðan sigur á Team Klaksvík

1 tími síðan
Tíðindi

Bjargarar sjálvir komnir í neyð

1 tími síðan
Tíðindi

Familjugudstænasta verður í Vesturkirkjuni

1 tími síðan
Fótbóltur

Hellas Verona megnaði bert javnleik móti botnproppinum

1 tími síðan
Fótbóltur

Grimsby Town vann á útivølli

2 tímar síðan
Tíðindi

Ísland havt krav um eykatyrlu í minst 17 ár

2 tímar síðan
Fótbóltur

Liðið hjá Árna Nóa knógvaði eitt stig á útivølli

2 tímar síðan
Tíðindi

USA ætlar at brúka upp í 3,5 mia upp á her­støð í Grønlandi

3 tímar síðan
Hondbóltur

Føroyar taptu 36–24 fyri Danmark

3 tímar síðan