info
Ongi úrslit
© Allar myndir: Beate Oma Dahle/NTB/Ritzau Scanpix

Føroyar taptu 36–24 fyri Danmark

Føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti tapti 36–24 fyri Danmark í seinasta venjingardystinum undan EM-endaspælinum, sum byrjar í næstu viku.

Eirikur Lindenskov
28. november 2026 kl. 15:11

Danmark var greitt omaná í dystinum, sum varð spældur í Noregi í dag.

Danir komu á odda 17–10 í fyrra hálvleiki, og eftir steðgin øktu tær um leiðsluna. Føroyar høvdu trupult við at fylgja við danska spælinum, men megnaðu at minka nakað um munin seinastu løtuna.

Endaliga úrslitið gjørdist 36–24 til Danmark.

Hetta var annar dysturin hjá Føroyum í Golden League-kappingini í Noregi. Hósdagin taptu føroysku kvinnurnar 41–23 fyri Noregi.

Nú verður hugt fram móti EM-endaspælinum, har Føroyar spæla fyrsta dystin móti Ukraina 5. desember.

Claus Mogensen er landsliðsvenjari hjá Føroyum.

Mest lisið hesa vikuna

Ken Fagerberg er deyður

Samgongan í Tórs­havn­ar bý­ráð er skrædnað

Allir 17 av manningini á Jökull bjargaðir

20 menn úr Nólsoy fara til Dublin í kvøld

Sanna áttati í dag

Send nýskipanarnevndina til hús

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Grønland skelkaði í skíðskjóting í Finnlandi

15 minuttir síðan
Fótbóltur

Jørgen er aftur í barndómsfelagnum

26 minuttir síðan
Tíðindi

Tvøroyri hækkar barnafrádráttin upp í 15.000 krónur

29 minuttir síðan
Tíðindi

Ávara ímóti stórum oljufelti nær við føroyska markið

48 minuttir síðan
Hondbóltur

Burn: Neistin vann greiðan sigur á Team Klaksvík

1 tími síðan
Tíðindi

Bjargarar sjálvir komnir í neyð

1 tími síðan
Tíðindi

Familjugudstænasta verður í Vesturkirkjuni

1 tími síðan
Fótbóltur

Hellas Verona megnaði bert javnleik móti botnproppinum

1 tími síðan
Fótbóltur

Grimsby Town vann á útivølli

2 tímar síðan
Tíðindi

Ísland havt krav um eykatyrlu í minst 17 ár

2 tímar síðan
Fótbóltur

Liðið hjá Árna Nóa knógvaði eitt stig á útivølli

2 tímar síðan
Tíðindi

USA ætlar at brúka upp í 3,5 mia upp á her­støð í Grønlandi

3 tímar síðan