info
Ongi úrslit

Samgongan í Tórs­havn­ar bý­ráð er skrædnað

Javnaðarflokkurin verður tveittur úr samgonguni í Tórshavnar býráð. Tað gongur um rótasúpan í Havn, at samráðingar hava verið millum Tjóðveldi og býráðslimir úr andstøðuni. Eitt nú frættist, at Tróndur Sigurðsson og Kári Johansen úr Kommunulistanum eru sæddir á skrivstovuni hjá borgarstjóranum á Vaglinum í Havn.

Eirikur Lindenskov
26. november 2026 kl. 17:54

Tað ljóðar fyri vist, at Javnaðarflokkurin verður koyrdur úr samgonguni.

Tað hevur staðið á gomlum nøglum í samstarvinum í samgonguni. Serliga hevur tað verið málið um Berg Robert Dam Jensen, sum hevur verið lagdur undir at hava verið ógegnigur í málinum um eldradepilin í Kollafirði.

Seinasti býráðsfundur í Havn endaði í ruðuleika, tá andstøðan rýmdi av fundi. Tá reistust eisini Heðin Mortensen og Bergur Robert Dam Jensen úr sæti, soleiðis at býráðið ikki var viðtøkuført.

Lesið eisini: Sjey fóru av fundi tá bý­ráð­ið skuldi taka støðu til gegn­ið hjá Bergi

Sambært kommunulógini, so eru borgarstjórar valdir fyri alt valskeiðið. Tað merkir, at Elsa Berg kann ikki koppast sum borgarstjóri, sjálvt um hon skuldi endað uttan fyri eina samgongu. Men tá hevði hon ikki havt ein meiriluta aftan fyri seg. Men fær hon nú Kommunulistan ella Fólkaflokkin upp í samgonguna, so hevur samgongan meiriluta.

Tjóðveldi hevur 4, Javnaðarflokkurin 3 og Borgaralistin 1. Samgongan hevur sostatt 8 av 13. Fer Javnaðarflokkurin úr, resta 2 atkvøður. Tær kann tað, ið eftir er av samgonguni, fáa við annaðhvørt at fáa Fólkaflokkin ella Kommunulistan upp i samgonguna.

Mest lisið hesa vikuna

Ken Fagerberg er deyður

Samgongan í Tórs­havn­ar bý­ráð er skrædnað

Allir 17 av manningini á Jökull bjargaðir

20 menn úr Nólsoy fara til Dublin í kvøld

Sanna áttati í dag

Send nýskipanarnevndina til hús

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Grønland skelkaði í skíðskjóting í Finnlandi

11 minuttir síðan
Fótbóltur

Jørgen er aftur í barndómsfelagnum

22 minuttir síðan
Tíðindi

Tvøroyri hækkar barnafrádráttin upp í 15.000 krónur

25 minuttir síðan
Tíðindi

Ávara ímóti stórum oljufelti nær við føroyska markið

44 minuttir síðan
Hondbóltur

Burn: Neistin vann greiðan sigur á Team Klaksvík

1 tími síðan
Tíðindi

Bjargarar sjálvir komnir í neyð

1 tími síðan
Tíðindi

Familjugudstænasta verður í Vesturkirkjuni

1 tími síðan
Fótbóltur

Hellas Verona megnaði bert javnleik móti botnproppinum

1 tími síðan
Fótbóltur

Grimsby Town vann á útivølli

2 tímar síðan
Tíðindi

Ísland havt krav um eykatyrlu í minst 17 ár

2 tímar síðan
Fótbóltur

Liðið hjá Árna Nóa knógvaði eitt stig á útivølli

2 tímar síðan
Tíðindi

USA ætlar at brúka upp í 3,5 mia upp á her­støð í Grønlandi

3 tímar síðan