Soleiðis, sum vit greiddu frá her á In.fo fyrr í dag, vóru 20 kvinnur úr Nólsoy við í flogfarinum hjá Atlantic Airways, sum um 09-tíðina í morgun fór úr Vágum til Edinburg.
Fólkatalið í Nólsoy er sambært Hagstovu Føroya 217, og tað merkir, at hesar 20 kvinnurnar telja stívliga níggju prosent av fólkatalinum í bygdini.
Men, hetta er ikki øll søgan - als ikki!
Greinastubbin var ikki meira enn komin út, tá vit frættu úr Nólsoy, at 20 menn úr bygdini eisini fara til írska høvuðsstaðin, Dublin seinni í kvøld.
- Hetta er sonevndi "harraklubburin" í Nólsoy, og vit sita nú á Irish Pub í Havn og hita upp til ferðina, sum Eventz Føroyar skipar fyri.
Hetta merkir, sigur keldan hjá okkum, sum eisini verður við á ferðini, at umleið 20 prosent av fólkinum í Nólsoy nú verður uttanlands samstundis eitt langt vikuskifti.
- Fráferðin í kvøld er útsett, og vit flúgva nakað seinni enn ætlað, men vit glaða okkum at sleppa avstað.
Keldan sigur, at ætlanin hjá harraklubbanum í Nólsoy er at hugna sær saman í írska høvuðsstaðnum hetta vikuskiftið, og teir koma heimaftur sunnukvøldið.
Eventz Føroyar sigur, at ókeypis bussflutningur er millum flogvøllin í Dublin og hotellið, bæði til fráferðina og heimferðina.
- Tá tit hava fingið kuffertini, stendur bussurin klárur uttan fyri flogvøllin og koyrir tykkum til hotellið, sum tit gista á, verður lagt aftrat.
Tað er sjáldsamt - og tað er eisini ein søga - at so nógv fólk úr einari bygd sum Nólsoy fara uttanlands at ferðast eitt langt vikuskifti.
Hetta er eisini eitt tekin um fyrimyndarligt samanhald í Nólsoy.
