info
Ongi úrslit

Allir 17 av manningini á Jökull bjargaðir

Ein tyrla hjá íslendsku sjóverjuni tók alla manningina upp úr sjónum, eftir at fiskiskipið sakk eystan fyri Ísland.

Eirikur Lindenskov
25. november 2026 kl. 23:36

Allit 17 av manningini á íslendska fiskiskipinum Jökull ÞH 299 eru bjargaðit. Íslendska sjóverjan boðaði nú klokkan 23.18 frá, at allir vóru tiknir upp í tyrluna, og at bjargingararbeiðið á sjónum var liðugt.

Manningin verður flogin til Egilsstaðir, har tvær sjúkraflogfør úr Akureyri vóru lend fyrr í kvøld, sambært RÚV. Enn er ógreitt, hvussu manningin hevur tað.

Skiparin sendi neyðarkall beint eftir klokkan 17. Sjóverjan bað manningina fara í bjargingarbúnar, og stutt eftir fekk hon boð um, at manningin var farin av skipinum. Fiskiskip, ið vóru á leiðini, vórðu biðin um at fara til vanlukkustaðið. Eftirlitsflúgvarin hjá sjóverjuni kom fram um klokkan 20, og beint eftir klokkan 21 komu tyrlan og fiskiskip á staðið.

Jökull varð gjørdur út frá Raufarhöfn og sakk umleið 100 kilometrar eystan fyri Gletting. Hví skipið sakk, er enn ógreitt.Her sæst skipið sambært marinetraffic.com

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Mowi letur upp heimsins størstu smoltstøð

15 minuttir síðan
Tíðindi

Nes og Sjóvar kommu­na sam­starva um inte­gra­tións­sam­skipara

17 minuttir síðan
Tíðindi

Koblingsstøðin á Sandi er nú liðug

23 minuttir síðan
Minningarorð

Elin Súsanna Jacobsen farin 85 ára gomul

25 minuttir síðan
Tíðindi

Kanna hvussu vátlendi við Miðjarðarhavið kunnu verjast

52 minuttir síðan
Tíðindi

20 menn úr Nólsoy fara til Dublin í kvøld

1 tími síðan
Tíðindi

Tvær føroyskar kvinn­ur í gazellu­fyri­tøku við 589 prosent vøkstri

2 tímar síðan
Tíðindi

Eftir fimm mánaðir í Havn er Barði skjótt klárur aftur

2 tímar síðan
Tíðindi

Djóni tekur sæti á tingi fyri Bjørt Lind

3 tímar síðan
Tíðindi

Góð níggju prosent av øllum nólsoyingum eru í Edinburg

3 tímar síðan
Tíðindi
Haldaragrein

Frá vinartræi til øsku

4 tímar síðan
Tíðindi

Les Sosialin og fá at­gongd til alt blað­savn­ið fyri 40 krónur

4 tímar síðan