Tað er greitt, eftir at Tvøroyrar býráð hevur samtykt fíggjarætlanina fyri 2027.
Barnafrádrátturin hækkar úr 10.000 upp í 15.000 krónur fyri hvørt barnið, meðan kommunuskatturin lækkar úr 20,90 niður í 20,80 prosent.
Sambært útrokningum hjá kommununi fær ein familja við tveimum børnum og einari samlaðari skattskyldugari ársinntøku á 800.000 krónur ein skattalætta á 10.740 krónur um árið.
Tað svarar til 895 krónur meira at ráða yvir um mánaðin.
Kommunan vísir eisini á, at byggilendi fæst fyri 265 krónur fermeturin, íroknað íbindingargjald til vatn og kloakk.
Endamálið er at venda fráflyting til tilflyting og fáa fleiri ung og barnafamiljur at seta búgv í kommununi.
Kelda: Tvøroyrar kommuna