Íslendska bjargingartyrlan TF-SIF fleyt í 18 minuttir. So koppaði hon. Tá vóru allir tríggir í tyrlumanningini komnir í øllum góðum um borð á ein bjargingarbát.
Óhappið hendi 16. juli í 2007. Teir vandu bjargingararbeiði á sjónum nærhendis Hafnarfirði, tá annar motorurin á tyrluni misti máttin.
Flogskipararnir blástu flótiútgerðina upp og neyðlendu á sjónum.
Ein bjargingarbátur tók lut í venjingini og var tí longu á staðnum. Teir tríggir sluppu úr tyrluni og svumu yvir til bátin.
Ongin teirra fekk skaða. Men tyrlan fekk so stóran skaða, at tað ikki loysti seg at umvæla hana.
Íslendska havarínevndin kom ikki til nakra niðurstøðu um, hví motorurin misti máttin.
Fýra bjargarar lótu lív
Hetta var ikki fyrsta óhappið við einari bjargingartyrlu í Íslandi. 24 ár frammanundan misti íslendska sjóverjan eina aðra bjargingartyrlu á sjónum.
Kvøldið 8. november í 1983 fór bjargingartyrlan TF-RÁN á flog av íslendska vaktarskipinum Óðni í Jökulfirðum í útnyrðingspartinum av Íslandi. Manningin skuldi venja bjargingararbeiði í myrkri.
Stutt eftir fór tyrlan í havið.
Íslendska havarínevndin kom fram til, at ein hurð helst fór av tyrluni og rakti høvuðsrotorin. Flogskipararnir royndu eftir øllum at døma at neyðlenda á sjónum.
Tyrlan rakti sjógvin lutfalsliga bleytt, men flótiútgerðin loystist ikki út. Tyrlan koppaði og sakk.
Øll fýra í manningini lótu lív.
Íslendska havarínevndin metti tó, at tað var møguligt at yvirliva vanlukkuna.
Eftir vanlukkuna umhugsaðu íslendingar at gevast við egnari tyrlutænastu og lata amerikonsku verjuna í Keflavík taka sær av bjargingararbeiðinum við tyrlum.
Í staðin gjørdu teir av at styrkja íslendsku tyrlutænastuna.
Fimm lótu lív á Borðoyarvík
Náttina til 16. desember í 1992 datt Bell 212-tyrlan Vípan hjá Strandferðsluni niður á Borðoyarvík.
Manningin hevði flutt ein hjartasjúkling av Klaksvíkar sjúkrahúsi á Landssjúkrahúsið og var á veg aftur til Klaksvíkar við læknanum og sjúkrarøktarfrøðinginum.
Veðrið var gott, tá tyrlan fór úr Havn. Men á Borðoyarvík fleyg hon inn í eitt ógvusligt kavaæl. Flogskipararnir sóu einki.
Danska havarínevndin metti, at flogskipararnir mistu kensluna av, hvussu tyrlan lá í luftini. Teir megnaðu ikki at fáa tamarhald á henni aftur, áðrenn hon rakti sjógvin.
Havarínevndin fann ongan tekniskan feil, sum kundi greiða frá vanlukkuni.
Báðir flogskipararnir, eitt hjálparfólk frá tyrlutænastuni, ein lækni og ein sjúkrarøktarfrøðingur lótu lív.
Sambært donsku havarínevndini var tað ikki møguligt at yvirliva vanlukkuna.
Hjálpin má vera tøk
Í 2006 ásannaðu íslendingar tørvin á at hava eina bjargingartyrlu til reiðar at koma sjálvum tyrlubjargarunum til hjálpar, tá teir fóru langt til havs.
Í minsta lagi síðani 2009 hava íslendingar havt eina trygdarreglu, sum sigur, at ein bjargingartyrla ikki kann fara meira enn 20 fjórðingar úr landi, um ongin onnur fullmannað bjargingartyrla er tøk.
Í Føroyum hava vit bara eina tyrlumanning á vakt, hóast hon skal kunna bjarga mannalívum heilt út á 200 fjórðingar úr landi.
Tá íslendska bjargingartyrlan koppaði á sjónum í 2007, sat øll manningin longu um borð á einum bjargingarbáti.
Teir høvdu hjálp á staðnum, tá teir sjálvir komu í neyð.
Lesið eisini:
Føroyar seta tyrlubjargarar í størri váða
https://in.fo/grein/foroyar-seta-tyrlubjargarar-i-storri-vada
Ongin at bjarga bjargarunum
https://in.fo/index.php/grein/ongin-at-bjarga-bjargarunum
Ofta bara ein tyrla tøk
https://in.fo/grein/ofta-bara-ein-tyrla-tok
Hvør skal bjarga bjargarunum?
https://in.fo/grein/hvor-skal-bjarga-bjargarunum
Settu trygdarreglur til viks fyri at bjarga sjómonnum
https://in.fo/grein/settu-trygdarreglur-til-viks-fyri-at-bjarga-sjomonnum
Tyrlumanningin var samd um at bróta reglurnar
https://in.fo/index.php/grein/tyrlumanningin-var-samd-um-at-brota-reglurnar