info
Ongi úrslit

Hellas Verona megnaði bert javnleik móti botnproppinum

Liðið hjá Andriasi Edmundssyni javnaði seint í dystinum

Heri Á. Simonsen
28. november 2026 kl. 17:15

Liðið hjá Andriasi Edmundssyni, Hellas Verona er 10 stig frá øðrum plássinum í Seriu B, ið gevur beinleiðis uppflyting til Seriu A aftaná lokna kapping. Hellas Verona hevur 17 stig á ellinta plássinum í Seriu B.

Í dag var Verona ikki nógvar minuttir frá at tapa í útidystinum móti botnproppinum, Empoli.

Longu tá eitt korter var leikt av dystinum var Empoli á odda 1-0. Átta minuttir seinni javnaði Daniel Mosquera fyri Verona. Eitt brotssparksmál syrgdi fyri, at Empoli legði seg á odda 2-1 í 57. minutti. Tá fimm minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini javnaði Daniel Mosquera fyri Verona, og byrgdi harvið upp fyri einum keðiligum tapi.

Fyri leikliga avrikið fær føroyski liðskiparin hjá Hellas Verona karakterin: 7,3 (av 10 møguligum) frá Flashscore. Frá Sofascore fær hann: 6,5.

Sunnudagin 6. desember klokkan 16.15 hevur Hellas Verona dyst á heimavølli móti oddaliðnum, Palermo.

Mest lisið hesa vikuna

Ken Fagerberg er deyður

Samgongan í Tórs­havn­ar bý­ráð er skrædnað

Allir 17 av manningini á Jökull bjargaðir

20 menn úr Nólsoy fara til Dublin í kvøld

Sanna áttati í dag

Send nýskipanarnevndina til hús

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Grønland skelkaði í skíðskjóting í Finnlandi

11 minuttir síðan
Fótbóltur

Jørgen er aftur í barndómsfelagnum

22 minuttir síðan
Tíðindi

Tvøroyri hækkar barnafrádráttin upp í 15.000 krónur

25 minuttir síðan
Tíðindi

Ávara ímóti stórum oljufelti nær við føroyska markið

44 minuttir síðan
Hondbóltur

Burn: Neistin vann greiðan sigur á Team Klaksvík

1 tími síðan
Tíðindi

Bjargarar sjálvir komnir í neyð

1 tími síðan
Tíðindi

Familjugudstænasta verður í Vesturkirkjuni

1 tími síðan
Fótbóltur

Grimsby Town vann á útivølli

2 tímar síðan
Tíðindi

Ísland havt krav um eykatyrlu í minst 17 ár

2 tímar síðan
Fótbóltur

Liðið hjá Árna Nóa knógvaði eitt stig á útivølli

2 tímar síðan
Tíðindi

USA ætlar at brúka upp í 3,5 mia upp á her­støð í Grønlandi

3 tímar síðan
Hondbóltur

Føroyar taptu 36–24 fyri Danmark

3 tímar síðan