Fyrr í dag tók Hillerød uttan Poul Kallsberg móti Vendsyssel FF, ið hevði Árna Nóa Atlason á liðnum frá dystarbyrjan.
Dysturin í næstbestu donsku fótbóltsdeildini endaði við javnleiki 1-1.
Lasse Steffensen legði Vendsyssel á odda við einum brotssparki níggju minuttir undan steðginum. Tíðliga í seinna hálvleiki javnaði Rezan Corlu fyri heimaliðið.
Árni Nóa fær fyri leikliga avrikið karakterin: 6,7 (av 10 møguligum) frá bæði Flashscore og Sofascore.
Hillerød er nummar 10 og triðaftast í deildini við 16 stigum. Vendsyssel FF er aftast í deildini við 14 stigum.
Nummar seks, sjey og átta, AaB, Esbjerg og Hobro hava 17 stig hvør. So tað er stutt millum sjey tey aftastu liðini.