info
Ongi úrslit

Ken Fagerberg er deyður

Svenski áleyparin endaði spælaraleiðina í Føroyum, her hann seinni gjørdist venjari. Hann gjørdist 37 ára gamal.

Eirikur Lindenskov
24. november 2026 kl. 12:14

Svenski áleyparin endaði spælaraleiðina í Føroyum, har hann varð búgvandi og seinni starvaðist sum venjari. Hann gjørdist 37 ára gamal.

Fyrrverandi fótbóltsspælarin Ken Fagerberg er deyður. Foreldur hansara vátta andlátið fyri svenska blaðnum Göteborgs-Posten.

Sambært familjuni varð hann funnin deyður í song síni mánadagin. Deyðsorsøkin er ógreið.

– Hann var fittasti maður í verðini og hevði eitt hjarta av gulli, sigur pápi hansara, Göran Fagerberg, við blaðið.

Endaði spælaraleiðina í Føroyum

Ken Fagerberg fekk sítt gjøgnumbrot í 2007, tá hann skoraði 12 mál í 22 dystum fyri Örgryte í næstbestu svensku deildini. Haðani fór hann til FC Midtjylland, og seinni spældi hann eisini fyri Viborg FF, AC Horsens og Vendsyssel.

Hann fór síðani aftur til Svøríkis, har hann spældi fyri Assyriska og Ljungskile. Hann spældi ein U21-landsdyst fyri Svøríki.

Fagerberg endaði spælaraleiðina í Føroyum. Hann varð búgvandi her og starvaðist seinni sum venjari.

Greiddi frá misnýtsluni í 2022

Göran Fagerberg sigur við Göteborgs-Posten, at sonurin var evnaríkur og kundi verið komin longri í fótbóltinum.

Í poddvarpinum Fart På hjá danska miðlinum Bold greiddi Ken Fagerberg í 2022 frá, at hann hevði misnýtt rúsevni og alkohol gjøgnum spælaraleiðina. Hann segði, at misnýtslan byrjaði, meðan hann spældi í Svøríki, og helt fram, tá hann flutti til Danmarkar.

– Hevði eg ikki havt fótbóltin, hevði tað endað nógv verri, segði hann í samrøðuni.

Ken Fagerberg í dysti fyri AC Horsens í steypafinaluni móti FC Keypmannahavn í 2012. Savnsmynd.
Mynd: Søren Bidstrup/Ritzau Scanpix

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Mowi letur upp heimsins størstu smoltstøð

15 minuttir síðan
Tíðindi

Nes og Sjóvar kommu­na sam­starva um inte­gra­tións­sam­skipara

17 minuttir síðan
Tíðindi

Koblingsstøðin á Sandi er nú liðug

23 minuttir síðan
Minningarorð

Elin Súsanna Jacobsen farin 85 ára gomul

25 minuttir síðan
Tíðindi

Kanna hvussu vátlendi við Miðjarðarhavið kunnu verjast

52 minuttir síðan
Tíðindi

20 menn úr Nólsoy fara til Dublin í kvøld

1 tími síðan
Tíðindi

Tvær føroyskar kvinn­ur í gazellu­fyri­tøku við 589 prosent vøkstri

2 tímar síðan
Tíðindi

Eftir fimm mánaðir í Havn er Barði skjótt klárur aftur

2 tímar síðan
Tíðindi

Djóni tekur sæti á tingi fyri Bjørt Lind

3 tímar síðan
Tíðindi

Góð níggju prosent av øllum nólsoyingum eru í Edinburg

3 tímar síðan
Tíðindi
Haldaragrein

Frá vinartræi til øsku

4 tímar síðan
Tíðindi

Les Sosialin og fá at­gongd til alt blað­savn­ið fyri 40 krónur

4 tímar síðan