info
Ongi úrslit

Andstøðan rýmdi av bý­ráðs­fundi í Havn

Býráðið skuldi taka støðu til, um Bergur Robert Dam Jensen var gegnigur, tá býráðið samtykti at flyta eldradepilin í Kollafirði. Eftir drúgt orðaskifti fór øll andstøðan av fundinum, og eingin atkvøðugreiðsla var.

Eirikur Lindenskov
20. november 2026 kl. 00:20

Tað endaði við roki á býráðsfundinum í Havn í kvøld, tá síðsta málið á skránni kom til viðgerðar. Býráðið skuldi taka støðu til gegnið hjá Bergi Robert Dam Jensen í sambandi við avgerðina um at flyta eldradepilin í Kollafirði úr Todnesi til Norðreki.

Eftir drúgt orðaskifti boðaði Tróndur Sigurðsson av Kommunulistanum frá, at hann fór av fundinum. Hann segði, at hann ikki vildi standa model til at vera dómari í einum máli, sum samgongan ikki megnaði at loysa. Annfinn Brekkstein úr Sambandsflokkinum boðaði eisini frá, at hann fór. Tað endaði við, at øll andstøðan fór úr fundarhølinum.

Heðin Mortensen og Bergur Robert Dam Jensen fóru eisini úr fundarhølinum eina løtu. Sum skilst vildu teir hava øll skjølini í málinum fram, áðrenn atkvøtt varð.

Í minsta lagi sjey býráðslimir skulu vera til staðar, fyri at býráðið er viðtøkuført. Tað hoyrist ikki á stroymingini, hvat varð sagt seinastu minuttirnar. Eingin atkvøðugreiðsla var, og býráðið tók tí onga støðu til gegnisspurningin.

Samtykt við sjey atkvøðum móti seks

Á býráðsfundinum 17. september legði Bergur Robert Dam Jensen fram uppskot um at flyta eldradepilin úr Todnesi til Norðreki. Uppskotið fevndi eisini um, at umsitingin skuldi gera eina heildarætlan fyri Norðreki við nýggjari kirkju, eldradepli og møguligum eldrabústøðum.

Uppskotið varð samtykt við sjey atkvøðum fyri og seks ímóti. Bergur Robert Dam Jensen var ein av teimum sjey, sum atkvøddu fyri.

Heidi Lava Elgeirsdóttir bað um at fáa gegnisspurningin fyri býráðið eftir svar frá Kommunala eftirlitinum í sambandi við eina kæru um ógegni og manglandi málsviðgerð. Endamálið var at fáa eina støðutakan frá býráðnum, so Kommunala eftirlitið kundi viðgera kæruna og koma til eina niðurstøðu.

Í gerðabókini fyri býráðsfundin í kvøld stendur soleiðis um hetta málið:

»Býráðsfundur 19. november 2026: Kommunustýrið var ikki viðtøkuført at taka avgerð í málinum, av tí at Heðin Mortensen, Bergur Robert Dam Jensen, Tróndur Sigurðsson, Annfinn Brekkstein, Kári Johansen, Birgir Nielsen og Høgni Vilhelmsen fóru av fundi.«

Mest lisið hesa vikuna

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

18. november kl. 10:11

Svøríki: Byrjaði at eta seg sjálvan

18. november kl. 14:27

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

18. november kl. 18:14

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 17:35

Roykur rekur móti bygdini á Skála

18. november kl. 19:26

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

15. november kl. 17:38

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Les Sosialin frá 1927 til í dag

57 minuttir síðan
Hondbóltur

Myndir: Neistin vann 35-33 á KÍF

1 tími síðan
Hondbóltur

Burn: Neistin vann á KÍF

1 tími síðan
Tíðindi

Parkerings­loyvi í mið­bý­num í Havn hækk­ar 128 prosent

1 tími síðan
Hondbóltur

Ajax misti oddasessin

2 tímar síðan
Tíðindi

Fyribyrging ímóti skaða av eldi

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Lestrarstuðulin skal ikki gera arbeiði revsivert

3 tímar síðan
Tíðindi

Zelenskyj royndi tað fyrst í filmi

4 tímar síðan
Nøvn

Sanna áttati í dag

4 tímar síðan
Lesarabrøv

Steffan Løkin: Viðmerking til innslag í Degi og Viku

4 tímar síðan
Tíðindi

COP31 endaði uttan semju um høvuðsmálini

5 tímar síðan
Tíðindi

Bilførari tikin fyri rús­drekka­koyr­ing í mið­bý­num

5 tímar síðan