info
Ongi úrslit
Anna Randi og Oddur leggja dent á fíggjarligu fyrimunirnir við at búgva í Vági, og hvussu atkomiligt alt í gerandislívinum er

Lívið í Vági – Anna Randi og Oddur greiða frá

Í nýggjum stuttfilmi greiða tey bæði frá, hvussu tað var at fella til sum nýggj familja í Vági, og hvørjar møguleikar og tænastur kommunan og lokalsamfelagið hava at bjóða barnafamiljum

Vilmund Jacobsen
20. november 2026 kl. 09:55

Vágur hevur nógv at bjóða, og góðir karmar eru hjá barnafamiljum at búgva og liva í Vágs kommunu.

Í kommununi vísa tey á, at nógv verður gjørt fyri borgararnar, og samstundis hevur virknað lokalumhvørvið stóran týdning fyri, at fólk trívast, støðast og gerast partur av grannaløgum og felagsskapum.

- Í oktober kom fyrsti stuttfilmurin, har kommunan varpar ljós á fyrimunirnar við at búgva í kommununi. Nú er næsti av trimum filmum tøkur at síggja.

Her greiðir ein ung familja, sum hevur valt at seta búgv í Vági, frá sínum gerandisdegi, og tey seta orð á, hví tey hava valt Vág sum karm um familjulívið.

- Í næsta filminum eru tað Anna Randi Hansen og Oddur Joensen, sum greiða frá sínum upplivingum við at flyta úr Kaldbak og suður til Vágs.

Tey siga frá, hvussu tað var at fella til sum nýggj familja í Vági, og hvørjar møguleikar og tænastur kommunan og lokalsamfelagið hava at bjóða barnafamiljum.

- Anna Randi og Oddur leggja eisini dent á fíggjarligu fyrimunirnir við at búgva í Vági, og hvussu atkomiligt alt í gerandislívinum er. Stutt er til flestu hentleikar, og her hevur familjan hevur alt tað, sum henni tørvar, tætt við.

Næsti filmurin í røðini - Lívið í Vági - er nú tøkur og kann síggjast á heimasíðuni hjá Vágs kommunu - www.vagur.fo

Mest lisið hesa vikuna

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

18. november kl. 10:11

Svøríki: Byrjaði at eta seg sjálvan

18. november kl. 14:27

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

18. november kl. 18:14

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 17:35

Roykur rekur móti bygdini á Skála

18. november kl. 19:26

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

15. november kl. 17:38

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Les Sosialin frá 1927 til í dag

58 minuttir síðan
Hondbóltur

Myndir: Neistin vann 35-33 á KÍF

1 tími síðan
Hondbóltur

Burn: Neistin vann á KÍF

1 tími síðan
Tíðindi

Parkerings­loyvi í mið­bý­num í Havn hækk­ar 128 prosent

1 tími síðan
Hondbóltur

Ajax misti oddasessin

2 tímar síðan
Tíðindi

Fyribyrging ímóti skaða av eldi

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Lestrarstuðulin skal ikki gera arbeiði revsivert

3 tímar síðan
Tíðindi

Zelenskyj royndi tað fyrst í filmi

4 tímar síðan
Nøvn

Sanna áttati í dag

4 tímar síðan
Lesarabrøv

Steffan Løkin: Viðmerking til innslag í Degi og Viku

4 tímar síðan
Tíðindi

COP31 endaði uttan semju um høvuðsmálini

5 tímar síðan
Tíðindi

Bilførari tikin fyri rús­drekka­koyr­ing í mið­bý­num

5 tímar síðan