info
Ongi úrslit

Sáttmáli undirskrivaður um útbygging á Grótrætt

Fyrrapartin í dag skrivaðu Karl Johansen, borgarstjóri, og Jákup Martin Kjeld, stjóri í Rókini, undir sáttmála um víðkan av havnaøkinum á Grótrætt

Vilmund Jacobsen
20. november 2026 kl. 15:43

Sáttmálin fevnir um arbeiðið at fylla út økið millum verandi molar á Grótrætt, og felagið Rókin á Glyvrum hevði lægsta tilboðið.

- Verkætlanin er liður í arbeiðnum at menna og styrkja havnalagið á Grótrætt. Við útbyggingini verður eitt størri og meira samanhangandi kaiøki gjørt, sum kann brúkast til vinnu- og havnarvirksemi.

Tað siga tey í Klaksvíkar kommunu í dag.

Umframt sjálva útfyllingina millum molarnar er eisini avtalað at víðka kaiøkið.

- Hetta merkir, siga tey í Klaksvíkar kommunu, at kaiøkið verður fylt út níggju metrar longur út enn í dag. Við hesum fæst eitt størri arbeiðsøki á landi, samstundis sum keikanturin kemur út á djúpari sjógv.

Víst verður á, at hetta gevur betri møguleikar at taka ímóti størri skipum og betrar um nýtslumøguleikarnar á økinum sum heild.

- Verkætlanin er somuleiðis ein avgerandi liður í ætlanunum hjá Magn, sum arbeiðir við at økja munandi um oljugoymsluna á Grótrætt.

Lagt verur aftrat, at samlaði kostnaðurin fyri verkætlanina er umleið 9,5 milliónir krónur.

Mest lisið hesa vikuna

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

18. november kl. 10:11

Svøríki: Byrjaði at eta seg sjálvan

18. november kl. 14:27

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

18. november kl. 18:14

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 17:35

Roykur rekur móti bygdini á Skála

18. november kl. 19:26

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

15. november kl. 17:38

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Les Sosialin frá 1927 til í dag

1 tími síðan
Hondbóltur

Myndir: Neistin vann 35-33 á KÍF

1 tími síðan
Hondbóltur

Burn: Neistin vann á KÍF

1 tími síðan
Tíðindi

Parkerings­loyvi í mið­bý­num í Havn hækk­ar 128 prosent

2 tímar síðan
Hondbóltur

Ajax misti oddasessin

2 tímar síðan
Tíðindi

Fyribyrging ímóti skaða av eldi

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Lestrarstuðulin skal ikki gera arbeiði revsivert

3 tímar síðan
Tíðindi

Zelenskyj royndi tað fyrst í filmi

4 tímar síðan
Nøvn

Sanna áttati í dag

4 tímar síðan
Lesarabrøv

Steffan Løkin: Viðmerking til innslag í Degi og Viku

5 tímar síðan
Tíðindi

COP31 endaði uttan semju um høvuðsmálini

5 tímar síðan
Tíðindi

Bilførari tikin fyri rús­drekka­koyr­ing í mið­bý­num

5 tímar síðan