info
Ongi úrslit

At spæla við eld

”Um føroyskir myndugleikar yvirtaka ábyrgdina av málsøkinum, verður tað lættari og skjótari at dagføra galdandi kunngerð um rúsandi evni”

Jógvan Páll Lassen
15. oktober 2026 kl. 15:41

Soleiðis verður sagt í viðmerkingunum til lógaruppskotið um broyting av Raðislógini LM- 008/2026, og er hetta miðlað og selt av landsstýrinum sum eitt átak fyri at minka um rúsevnismisnýtsluna. Eingin hevur enn spurt um hvussu hetta átakið kann minka um misnýtsluna.

Mín pástandur er, at hetta tvørturímóti fer at gera tað lættari og ikki revsivert at smugla nýggj rúsevnir til Føroyar.

Hvussu er lógarverkið í dag ?

Sum er, so er ein kunngerð um euf galdandi, og verður hon dagførd av Indenrigs- og Sundhedsministeriet - seinast 26. mai í ár – kunngerð nr 495. Sum mær kunnugt, so verður hon sett í gildi hjá okkum uttan hoyring hjá Landsstýrinum. Henda kunngerð hevur listar A, B, C, D og E við fleiri 100 ymiskum narkotiskum stoffum, frá vanligum kannabis, sum øll vita um, og til m.a. TMA-6 (2,4,6-trimethoxyamfetamin) sum eingin vanligur kennir. Um eitt stoff/evni ikki er á listanum, so er tað straffrítt at innflyta til Føroyar. Kemisk rúsevnir sum t.d. ekstasy, finnast í eini ørgrinnu av variantum - serliga kemiska uppbygging - og um ein av hesum variantum ikki er á listanum, kann hetta slagið av ekstasy flytast inn til Føroyar uttan víðari

Orsøkin til at hesi evni eru á listanum er tann, at Danmark saman við øðrum framkomum londum, hava sokallaði ”Retskemisk Instituttir” sum, hvørja fer politiið tekur onkran við mistanka um at talan er um rúsevnir, kann fáa stoffini kannað, um tey eru á listanum ella ikki, og um tey ikki eru, so verður listin ajourførdur beinanvegin.

Henda skipan hevur riggað so væl sum til ber. Sjaldan, fyri ikki at siga næstan ongantíð, er tað komið fyri, at tikna stoffið ikki er á listanum. Einaferð vóru tveir útlendingar, sum í bili vóru á veg til Íslands við 4 kg av einum slagi av amfetamin, men vórðu av tilvild tiknir í Føroyum - Norrøna framskundaði fráfaringartíðina, og teir komu ov seint aftur á kaiina -. Tað vísti seg, at akkurat hetta slagið av amfetamini ikki var á listanum í Íslandi, men á tí í Føroyum galdandi. Annar maðurin, sum varð tikin, fekk 7 ára fongsul í Føroyum, meðan bakmenninir í Íslandi fingu nógv minni revsing fyri ymiskt, men ikki dømdir fyri at hava roynt at innflyta hetta í Føroyum bannaða evni.

Fyrsta og næsta revsimálið um innflutning av nýggja rúsevninum pinaca – eftirgjørt kannabis – í danska kongaríkinum var í Føroyum. Fyribils eru dómar sagdir við upp til 12 ára fongsul. Ímyndi tykkum, at listin ikki var dagførdur.

Við teimum royndum, sum eg havi, um at dagføra og viðlíkahalda lógir og reglur á rættarliga økinum, so er henda lógarbroyting - eftir mínum tykki - sum at spæla við eld. Við broytingini, so kemur eitt -nú føroyskt – umsitingarlið ímillum afturat at umsita listan, og tí er tað beinleiðis villeiðandi at siga, at tað ger tað lættari og skjótari at dagføra galdandi kunngerð um rúsandi evnir. Tað kemur tvørturímóti at taka longri tíð at dagføra listan.

Hvør í Landsstýrinum ella umsitingini skal hava eftirlit við nýggjum kemiskum stoffum og dagføra listan – uppskotsstillararnir Beinir og John Rajani ? - nei, eg spyrji bara.  

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Enn eingir pengar til varandi loysn við Streymin

1 tími síðan
Hondbóltur

Inga Maria Roysdóttir skoraði og legði upp til 13 mál

2 tímar síðan
Fótbóltur

Aftur ein sólskinssøga hjá víkingunum

2 tímar síðan
Fótbóltur

Samuel og liðfelagarnir vunnu á heimavølli

3 tímar síðan
Tíðindi

Tinganes skal hava fast­an byggi­harra­ráð­geva

3 tímar síðan
Hondbóltur

Myndir: Hoyvíkingar vunnu við sjey málum móti MRK Trogir

4 tímar síðan
Hondbóltur

SMS: Neistin vann greiðan sigur á VÍF í Vestmanna

4 tímar síðan
Hondbóltur

European Cup: Boas gekk undan í sjeymálssigri við 16 málstigum

4 tímar síðan
Tíðindi

Nýggj krøv fyri at fáa var­andi uppi­halds­loyvi

5 tímar síðan
Fótbóltur

Sandoyingar hava vunnið gull

5 tímar síðan
Hondbóltur

Kjartan vann á Róa í næstbestu donsku hondbóltsdeildini

6 tímar síðan
Fótbóltur

FC Hoyvík hevur fatur í langa endanum

6 tímar síðan