Talan var um sera søtan sigur, tá ið FC Hoyvík í dag á heimavølli vann 2-0 ímóti NSÍ.
Sigurin ber við sær, at FC Hoyvík undan 27. og síðsta umfari er á áttanda plássi við 26 stigum, og tað tað harvið er upp til teir í FC Hoyvík sjálvar at gera av, um teir skulu sleppa undan niðurflyting. Í síðsta umfari verður mótstøðuliðið EB/Streymur í Hólmanum á Eiði.
HB er á níggjunda plássi við 25 stigum, og NSÍ er á sjeynda plássi við 26 stigum og frægari málmuni enn FC Hoyvík. Málmunurin hjá NSÍ er -23, og hjá FC Hoyvík er málmunurin -34. Málmunurin hjá HB er -10.
Tað eru hesi trý feløgini – NSÍ, FC Hoyvík og HB – sum um eina viku fara at stríðast fyri at sleppa undan at flyta niður úr 1. deild. Í síðsta umfari fer HB at spæla ímóti grannunum í B36, sum hava tryggjað sær plássið í 1. deild, NSÍ fer at spæla á heimavølli ímóti Víkingi, og FC Hoyvík fer at spæla á útivølli ímóti EB/Streymi, sum longu er flutt niður úr 1. deild.
FC Hoyvík skoraði bæði málini fyrra partin av fyrra hálvleiki í dag. Villiam Emil Klein legði eftir upplegg frá Owusu Emmanuel Andorful heimaliðið framum í 11. minutti, og eisini 23. minutti var tað Owusu Emmanuel Andorful, sum átti uppleggið, tá ið Rói Olsen økti um munin til 2-0. Hetta var triðja ferðin í ár, at Villiam Emil Klein var málskjútti, og hetta var fyrsta ferðin, at 29 ára gamli Rói Olsen var málskjútti í 1. deild, síðani hann fyrr í ár flutti úr 07 Vestur og til FC Hoyvík.