Udlændinge- og Integrationsministeriet hevur sent eitt uppskot til nýggja kunngerð um varandi uppihaldsloyvi í Føroyum til ummælis.
Sambært Vinnumálaráðnum broytir uppskotið ikki sjálva venjuna fyri, nær ein útlendingur kann fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum. Men uppskotið setur ítøkilig krøv, sum skulu vera lokin, áðrenn loyvið kann verða givið.
Millum annað verða settar reglur um, hvussu leingi ein útlendingur skal bíða við at fáa varandi uppihaldsloyvi, um viðkomandi hevur framt lógarbrot. Eisini verða reglur um skuld til almennar myndugleikar settar í gildi.
Tilknýti til Føroyar skal hava týdning
Eitt annað týðandi punkt er, at varandi uppihaldsloyvi kann treytast av, at viðkomandi hevur eitt sonevnt integratiónsviðkomandi tilknýti til Føroyar.
Heimildin til at seta slík krøv varð sett inn í útlendingalógina eftir ynski úr Føroyum. Endamálið er, at møguleikin fyri varandi uppihaldsloyvi kann knýtast at, hvussu væl útlendingurin er knýttur at føroyska samfelagnum.
Í lógarviðmerkingunum verður millum annað nevnt, at slík krøv kunnu snúgva seg um luttøku í integratiónsfremjandi tilboðum, eitt nú málsligari undirvísing, um slík tilboð eru tøk í Føroyum.
Talan er sostatt ikki um at seta somu krøv í gildi sum í Danmark. Reglurnar skulu lagast til føroysk viðurskifti og kunnu ikki uttan víðari vera strangari enn tær heimildir, sum útlendingalógin gevur.
Skuld og lógarbrot kunnu útseta loyvið
Longu í galdandi føroysku útlendingalógini eru reglur um lógarbrot og skuld til tað almenna í sambandi við varandi uppihaldsloyvi.
Millum annað kann skuld til tað almenna omanfyri ásett mark vera ein forðing, tó við møguleika fyri loyvi, um avtala er gjørd um niðurgjalding og hon verður hildin.
Við nýggju kunngerðini verða reglurnar um bíðitíð og krøvini kring hetta gjørd greiðari og sett í eina serliga skipan fyri Føroyar.
Uppskotið er sent til ummælis við freist 9. november 2026.
Viðmerkingar skulu sendast Udlændinge- og Integrationsministeriet og í avriti til Vinnumálaráðið.