info
Ongi úrslit

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

Ein bilur rendi á ein viðfestisvogn, sum fór bóltandi eftir Argjavegnum

Eirikur Lindenskov
11. oktober 2026 kl. 21:48

Í kvøld var eitt ferðsluóhapp á Argjavegnum á Argjum. Tað var ein bilur, sum rendi í ein viðfestisvogn á einum øðrum bili. Óhappið hendi, tá bilurin við viðfestisvogninum kom koyrandi út eftir Argjavegnum og snaraði inn á ein síðuveg til vinstru. Harvið koyrdi hann tvørtur um koyribanan hjá mótkoyrandi bilinum. Hann var tó komin so langt, áðrenn stoytin, at bilurin var komin inn á síðuvegin, men bara ein partur av viðfestisvogninum.

Førarin á mótkoyrandi bilinum varnaðist eftir øllum at døma ikki viðfestisvognin og rendi í hann uttan at bremsa, segði eitt eygnavitni á staðnum.

Vognurin slitnaði úr bilinum, sum sleipaði hann, og fór bóltandi eftir vegnum. Bilurin fekk at síggja til ongan skaða, hann stóð eftir við stongini av vogninum hangandi á krókinum. Vognurin slongdist eftir venum og lá við hjólunum uppeftir.

Bilurin, sum rendi á viðfestisvogning fekk stóran skaða. Løgreglan tók nummarpláturnar av bilinum, og kranabilurin hjá Brandstøðini fór avstað við honum.

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Enn eingir pengar til varandi loysn við Streymin

1 tími síðan
Hondbóltur

Inga Maria Roysdóttir skoraði og legði upp til 13 mál

2 tímar síðan
Fótbóltur

Aftur ein sólskinssøga hjá víkingunum

2 tímar síðan
Fótbóltur

Samuel og liðfelagarnir vunnu á heimavølli

3 tímar síðan
Tíðindi

Tinganes skal hava fast­an byggi­harra­ráð­geva

3 tímar síðan
Hondbóltur

Myndir: Hoyvíkingar vunnu við sjey málum móti MRK Trogir

4 tímar síðan
Hondbóltur

SMS: Neistin vann greiðan sigur á VÍF í Vestmanna

4 tímar síðan
Hondbóltur

European Cup: Boas gekk undan í sjeymálssigri við 16 málstigum

4 tímar síðan
Tíðindi

Nýggj krøv fyri at fáa var­andi uppi­halds­loyvi

5 tímar síðan
Fótbóltur

Sandoyingar hava vunnið gull

5 tímar síðan
Hondbóltur

Kjartan vann á Róa í næstbestu donsku hondbóltsdeildini

6 tímar síðan
Fótbóltur

FC Hoyvík hevur fatur í langa endanum

6 tímar síðan