H71 vann í kvøld ein flottan 34-27 sigur á kroatiska liðnum, Trogir í fyrra dystinum í øðrum umfarinum í European Cup.
Áskoðararnir í Hoyvíkshøllini sóu blaðunga Boas Ellefsen á Skipagøtu við 16 málstigum, og Tóraldur Kollsker við 15 bjargingum í málinum ganga undan, tá hoyvíkingar koppaðu sterka kroatiska liðnum. Í steðginum var H71 á odda 18-16.
H71 var á odda allan seinna hálvleik. Trogir megnaði í tí eina førinum at minka niður til støðuna 23-22, men eftir tað dróg H71 frá kroatiska liðnum.
Komandi leygardag klokkan 17 skal H71 verja sjeymálsleiðsluna á einum torførum útivølli í Kroatia, har lokalu áskoðararnir ofta megna at skapa ein sannan heksaketil.
H71-Trogir 34-27 (18-16) - fyrri dysturin í 2. umfarinum í European Cup.
Málskjúttar H71: Boas Ellefsen á Skipagøtu 11, Helgi H. Hoydal 5, Sofus í Selvindi Nattestad 4, Høgni Heinason 4, Súni Dalsgaard 4, Niklas Højgaard Hanusson 2, Jónas Fossábrúgv 2, Brian Slyne 1, Axel Holm Simonsen 1.
Bjargingar: Tóraldur Kollsker 15/39, Torstein Sivertsen 0/2.
VÍF tapti í fyrsta umfarinum í European Cup 25-30 og 30-34 fyri Trogir niðri í Kroatia.