info
Ongi úrslit
Á myndini eru tað "faðir" og "sonur". Hin yngri veðrurin, sum bara er veturgamal, vigaði 124 pund. Hin aftari og morreyði, sum er tríggjar vetrar, vigaði heili 147 pund!

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

Ein trævetur gamal veðrur, sum um dagarnar varð flettur í Skopun, vigaði heili 147 pund

Vilmund Jacobsen
12. oktober 2026 kl. 00:01

- Eg havi ongantíð hoyrt um ein veðr, sum hevur verið so tungur.

Tað sigur Thorvald Lützen, sum hevur fingist við kríatúr alt sítt lív, og hetta sigur hann á Facebook-vanganum, Seyðaáhugað í Føroyum.

Í Syðradali á Streymoynni, har hann hevur bóndast, er seyðurin tiltikin stórur. Men so tungan veðri hevur hann ikki hoyrt um áður.

Í heyst er ein trævetur gamal veðrur flettur í Skopun, sum vigaði heili 147 pund!

Vit kunnu siga, at á myndini omanfyri eru tað "faðir" og "sonur". Hin yngri veðrurin, sum bara er veturgamal, var sanniliga eisini stórur. Hann vigaði 124 pund.

Og tann gamli, sum er pápin, vigaði so sum áður nevnt heili 147 pund. Tað er hin morreyði veðrurin á myndini omanfyri, sum er hin gamli.

Ásbjørn Kjærbo hevur í fleiri ár havt stórar og góðar veðrar, men eingin hevur verið so stórur, sum trævetur gamli veðrurin í ár.

Nøkur ár herfyri, tá vit skiftu orð við Ásbjørn Kjærbo, spurdu vit hann, hvussu stórt eitt tjógv á einum veðri er, sum kanska vigar millum 120 og 130 pund.

Tá segði hann, at eitt slíkt tjógv helst mettar eini 12-14 fólk við eitt døgurðaborð!

Jú, sanniliga. Hetta eru stórir kroppar, sum hava fingið góða røkt - eru av góðum slag og hava fingið nógv og gott at eta.

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Enn eingir pengar til varandi loysn við Streymin

1 tími síðan
Hondbóltur

Inga Maria Roysdóttir skoraði og legði upp til 13 mál

2 tímar síðan
Fótbóltur

Aftur ein sólskinssøga hjá víkingunum

2 tímar síðan
Fótbóltur

Samuel og liðfelagarnir vunnu á heimavølli

3 tímar síðan
Tíðindi

Tinganes skal hava fast­an byggi­harra­ráð­geva

3 tímar síðan
Hondbóltur

Myndir: Hoyvíkingar vunnu við sjey málum móti MRK Trogir

4 tímar síðan
Hondbóltur

SMS: Neistin vann greiðan sigur á VÍF í Vestmanna

4 tímar síðan
Hondbóltur

European Cup: Boas gekk undan í sjeymálssigri við 16 málstigum

4 tímar síðan
Tíðindi

Nýggj krøv fyri at fáa var­andi uppi­halds­loyvi

5 tímar síðan
Fótbóltur

Sandoyingar hava vunnið gull

5 tímar síðan
Hondbóltur

Kjartan vann á Róa í næstbestu donsku hondbóltsdeildini

6 tímar síðan
Fótbóltur

FC Hoyvík hevur fatur í langa endanum

6 tímar síðan