info
Ongi úrslit

SMS: Stjørnan koppaði oddaliðnum í KÍ-høllini

H71 var fyri fyrsta tapinum hetta kappingarárið

Heri Á. Simonsen
17. oktober 2026 kl. 17:30

H71 er ikki longur ósigrað í SMS-deildini.

Í KÍ-høllini vann Stjørnan tepran 26-25 sigur á H71. Í steðginum vóru klaksvíkskvinnur á odda 14-10.

Sarah Spangsmand Madsen skoraði sigursmálið, tá 84 sekund vóru eftir av dystinum. Tað eydnaðist Stjørnuni at hóra undan seinastu løtuna, og so kundu tær stórfegnast um ein flottan heimasigur.

Mina Sirdal Henriksen og Tóra Eliasen (savnsmyndin) vóru við seks málum hvør toppskjúttar hjá Stjørnuni. Við seks málum var Maria H. Weyhe toppskjútti hjá H71.

H71 er framvegis fremst í deildini við 12 stigum. Stjørnan er næstfremst við átta stigum. Neistin hevur sjey stig, meðan EB og VÍF hava seks stig hvør. StÍF hevur trý stig, og Kyndil er aftast við tveimum stigum.

Klokkan 18 spæla VÍF og Neistin í høllini í Vestmanna.

HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin frá dystinum millum Stjørnuna og H71:

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Enn eingir pengar til varandi loysn við Streymin

2 tímar síðan
Hondbóltur

Inga Maria Roysdóttir skoraði og legði upp til 13 mál

2 tímar síðan
Fótbóltur

Aftur ein sólskinssøga hjá víkingunum

3 tímar síðan
Fótbóltur

Samuel og liðfelagarnir vunnu á heimavølli

3 tímar síðan
Tíðindi

Tinganes skal hava fast­an byggi­harra­ráð­geva

4 tímar síðan
Hondbóltur

Myndir: Hoyvíkingar vunnu við sjey málum móti MRK Trogir

4 tímar síðan
Hondbóltur

SMS: Neistin vann greiðan sigur á VÍF í Vestmanna

4 tímar síðan
Hondbóltur

European Cup: Boas gekk undan í sjeymálssigri við 16 málstigum

5 tímar síðan
Tíðindi

Nýggj krøv fyri at fáa var­andi uppi­halds­loyvi

5 tímar síðan
Fótbóltur

Sandoyingar hava vunnið gull

6 tímar síðan
Hondbóltur

Kjartan vann á Róa í næstbestu donsku hondbóltsdeildini

6 tímar síðan
Fótbóltur

FC Hoyvík hevur fatur í langa endanum

6 tímar síðan