info
Ongi úrslit

Kevin Knappen nýggjur høvuðsvenjari hjá NSÍ

NSÍ hevur sett 49 ára gamla norðmannin Kevin Knappen sum nýggjan høvuðsvenjara hjá besta mansliðnum. Hann hevur undirskrivað ein 2 ára sáttmála, sum er galdandi fyri kappingarárini 2027 og 2028.

Eirikur Lindenskov
20. november 2026 kl. 19:42

NSÍ skrivar, at Kevin Knappen er ein royndur og vælútbúgvin venjari við UEFA Pro Licence og drúgvum royndum úr norskum fótbólti.

Í venjarayrki sínum hevur hann millum annað staðið á odda fyri Elverum, Brumunddal, HamKam, Hødd og Bryne FK.

Knappen hevur fleiri ferðir prógvað síni evni at byggja upp sterk lið og skapa góð úrslit. Hann hevur millum annað staðið á odda fyri HamKam, tá ið felagið flutti upp í OBOS-ligaen í 2017, og fyri Hødd, sum vann sína deild í 2021.

Serliga merkisvert er arbeiðið hjá honum í Bryne FK, har hann í 2024 førdi felagið upp í bestu norsku deildina, Eliteserien, fyri fyrstu ferð í 21 ár. Fyri hetta avrik varð hann eisini kosin ársins venjari í OBOS-ligaen í 2024.

Sum venjari er Kevin Knappen kendur fyri sín álopssinnaða fótbólt, høga trýstið og ein sterkan liðanda. Hann leggur stóran dent á arbeiðssemi, felagsskap og eina greiða taktiska ætlan.

Við Kevin Knappen á odda fer NSÍ nú undir ein nýggjan kapittul. Eftir eitt søguligt kappingarár í 2026, har felagið vann føroyameistaraheitið og skrivaði søgu í evropeiskum fótbólti, eru málini framvegis høg.

NSÍ fegnast um at hava fingið ein venjara við so drúgvum royndum og góðum úrslitum til felagið. Við einum 2 ára sáttmála er grundarlag lagt fyri at menna liðið víðari og byggja oman á góðu úrslitini frá 2026.

Vit ynskja Kevin hjartaliga vælkomnan til Runavíkar og bestu eydnu við arbeiðinum við Løkin.

Vælkomin til NSÍ, Kevin, skrivar felagið.

Mest lisið hesa vikuna

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

18. november kl. 10:11

Svøríki: Byrjaði at eta seg sjálvan

18. november kl. 14:27

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

18. november kl. 18:14

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 17:35

Roykur rekur móti bygdini á Skála

18. november kl. 19:26

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

15. november kl. 17:38

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Les Sosialin frá 1927 til í dag

58 minuttir síðan
Hondbóltur

Myndir: Neistin vann 35-33 á KÍF

1 tími síðan
Hondbóltur

Burn: Neistin vann á KÍF

1 tími síðan
Tíðindi

Parkerings­loyvi í mið­bý­num í Havn hækk­ar 128 prosent

1 tími síðan
Hondbóltur

Ajax misti oddasessin

2 tímar síðan
Tíðindi

Fyribyrging ímóti skaða av eldi

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Lestrarstuðulin skal ikki gera arbeiði revsivert

3 tímar síðan
Tíðindi

Zelenskyj royndi tað fyrst í filmi

4 tímar síðan
Nøvn

Sanna áttati í dag

4 tímar síðan
Lesarabrøv

Steffan Løkin: Viðmerking til innslag í Degi og Viku

4 tímar síðan
Tíðindi

COP31 endaði uttan semju um høvuðsmálini

5 tímar síðan
Tíðindi

Bilførari tikin fyri rús­drekka­koyr­ing í mið­bý­num

5 tímar síðan