info
Ongi úrslit

Oyggjaleikir: Lutakastið til fótbóltskappingarnar er avgreitt

Føroysku landsliðini komu í bólkar við fýra liðum

Heri Á. Simonsen
21. november 2026 kl. 00:15

FSF skrivar:

- Hósdagin varð kastað lut um, hvussu bólkarnir í fótbóltskappingunum á Betri Oyggjaleikunum 2027 skulu skipast. Føroyar verða við hjá bæði kvinnum og monnum

——————

Komandi summar, frá 3. til 9. juli, verða Føroyar vertir fyri Betri Oyggjaleikunum 2027. Hetta verða samstundis Oyggjaleikir nummar 21 í røðini, síðani leikirnir á fyrsta sinni vórðu hildnir á Isle of Man í 1985. Føroyar hava einaferð áður verið vertir fyri Oyggjaleikunum. Tað var í 1989.

Fótbóltur verður ein av teimum 14 ítróttagreinunum á leikunum, og Føroyar verða umboðaðar í bæði kvinnu- og mansfótbólti.

Hósdagin varð kastað lut um bólkabýtið í fótbóltskappingunum, og tað var eingin annar enn Kári Reynheim, sum stóð fyri lutakastinum.

Fyrrverandi landsliðsleikarin, sum skoraði tvey mál í 27 altjóða skrásettum A-landsdystum fyri Føroyar, hevur sjálvur roynt seg á Oyggjaleikunum. Hann var nevniliga partur av føroyska oyggjaleikalandsliðnum bæði í 1989 og 1991, og báðu ferð endaði tað við gulli til Føroyar.

Lutakastið háttaði seg soleiðis, at føroysku kvinnurnar komu í bólk A saman við Saaremaa, Álandi og Gozo, meðan menninir skulu spæla ímóti Frøya, Hetlandi og Western Isles.

Kvinnur:
Bólkur A: Føroyar, Saaremaa, Áland og Gozo
Bólkur B: Isle of Man, Ynys Môn og Hetland
Bólkur C: Western Isles, Hitra og Jersey

Menn:
Bólkur A: Føroyar, Frøya, Hetland og Western Isles
Bólkur B: Ynys Môn, Guernsey og Gozo
Bólkur C: Isle of Man, Grønland og Falklandsoyggjarnar
Bólkur D: Jersey, Áland og Alderney

Tilsamans verða 14 ítróttagreinar á skránni á Betri Oyggjaleikunum 2027. Umframt fótbólt verður kappast í badminton, bogaskjóting, borðtennis, fimleiki, flogbólti og sandflogbólti, frælsum ítrótti, judo, kurvabólti, skjóting, súkkling, svimjing, tennis og triatlon. Skrivar FSF.

Mest lisið hesa vikuna

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

18. november kl. 10:11

Svøríki: Byrjaði at eta seg sjálvan

18. november kl. 14:27

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

18. november kl. 18:14

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 17:35

Roykur rekur móti bygdini á Skála

18. november kl. 19:26

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

15. november kl. 17:38

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Les Sosialin frá 1927 til í dag

57 minuttir síðan
Hondbóltur

Myndir: Neistin vann 35-33 á KÍF

1 tími síðan
Hondbóltur

Burn: Neistin vann á KÍF

1 tími síðan
Tíðindi

Parkerings­loyvi í mið­bý­num í Havn hækk­ar 128 prosent

1 tími síðan
Hondbóltur

Ajax misti oddasessin

2 tímar síðan
Tíðindi

Fyribyrging ímóti skaða av eldi

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Lestrarstuðulin skal ikki gera arbeiði revsivert

3 tímar síðan
Tíðindi

Zelenskyj royndi tað fyrst í filmi

4 tímar síðan
Nøvn

Sanna áttati í dag

4 tímar síðan
Lesarabrøv

Steffan Løkin: Viðmerking til innslag í Degi og Viku

4 tímar síðan
Tíðindi

COP31 endaði uttan semju um høvuðsmálini

5 tímar síðan
Tíðindi

Bilførari tikin fyri rús­drekka­koyr­ing í mið­bý­num

5 tímar síðan