info
Ongi úrslit

VIDEO: Næstsíðstu dyst­ir hjá okkara leikarum í Svøríki

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystunum Malmö FF-Mjällby 1-1 (0-1) og GAIS-Västerås 3-1 (1-1)

Savnsmynd: Johnny Samuelsen
Heri Á. Simonsen
22. november 2026 kl. 00:15

Liðini hjá Martini Agnarssyni, Áka D. Samuelsen og Mattiasi Hellisdal, Mjällby og Västerås leiktu leygardagin næstseinastu dystirnar í bestu svensku fótbóltsdeildini, Allsvenskuni.

Á útivølli megnaði Mjällby javnleik 1-1 móti Malmö FF. Martin var á vøllinum allan dystin, og Áki kom á vøllin stutt fyri steðgin, tá Jacob Bergstöm gjørdist skaddur.

Tá farið var um fyrsta hálva tíman legði Villiam Granath Mjällby á odda 1-0. Í 63. minutti javnaði heimaliðið til 1-1.

Mattias var á vøllinum í 73 minuttir, tá Västerås á Gamla Ullevi leikvøllinum í Göteborg tapti 1-3 fyri GAIS.

GAIS legði seg á odda longu aftaná 10 minuttirs spæl. Men bert níggju minuttir seinni javnaði Jens Magnusson fyri Västerås. Stutt áðrenn Mattias fór av vøllinum legði heimaliðið seg á odda 2-1, og móti dystarenda øktu teir til 3-1.

HER ber til at síggja samandráttir frá dystunum Malmö FF-Mjällby 1-1 (0-1) og GAIS-Västerås 3-1 (1-1):


Mest lisið hesa vikuna

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

18. november kl. 10:11

Svøríki: Byrjaði at eta seg sjálvan

18. november kl. 14:27

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

18. november kl. 18:14

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 17:35

Roykur rekur móti bygdini á Skála

18. november kl. 19:26

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

15. november kl. 17:38

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Les Sosialin frá 1927 til í dag

1 tími síðan
Hondbóltur

Myndir: Neistin vann 35-33 á KÍF

1 tími síðan
Hondbóltur

Burn: Neistin vann á KÍF

1 tími síðan
Tíðindi

Parkerings­loyvi í mið­bý­num í Havn hækk­ar 128 prosent

2 tímar síðan
Hondbóltur

Ajax misti oddasessin

2 tímar síðan
Tíðindi

Fyribyrging ímóti skaða av eldi

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Lestrarstuðulin skal ikki gera arbeiði revsivert

3 tímar síðan
Tíðindi

Zelenskyj royndi tað fyrst í filmi

4 tímar síðan
Nøvn

Sanna áttati í dag

4 tímar síðan
Lesarabrøv

Steffan Løkin: Viðmerking til innslag í Degi og Viku

5 tímar síðan
Tíðindi

COP31 endaði uttan semju um høvuðsmálini

5 tímar síðan
Tíðindi

Bilførari tikin fyri rús­drekka­koyr­ing í mið­bý­num

5 tímar síðan