info
Ongi úrslit

U19-kvinnurnar livdu upp til favorittleiklutin

Føroyar vunnu greiðan sigur á Andorra

Mynd: Hans Erik Danielsen
Heri Á. Simonsen
27. november 2026 kl. 18:00

Ofta duga føroysk landslið illa at vera í leiklutinum sum favorittur, men tað dugdi føroyska U19-kvinnulandsliðið.

Í EM-undankappingardysti í undankappingarbólki 4 í Ligu B vunnu Føroyar á Tórsvølli stórsigur 4-1 á Andorra.

Kára Sigurðsson skoraði reint hattrick í fyrra hálvleiki. Hetta gjørdu hon innanfyri 13 minuttir. Triðja málið var eitt brotssparksmál.

Átta minuttir inn í seinna hálvleik økti Halla Ejdesgaard til 4-0. Løtu seinni pyntaði Noa Tesorero um støðuna. Sara Benjaminsen legði upp til málið hjá Hallu og fyrsta málið hjá Káru.

Sambært hagtølunum høvdu Føroyar sjey royndir innanfyri málrammurnar, meðan Andorra hevði tríggjar.

Í hinum dystinum í bólki 4 vann Ukraina 1-0 á Litava. Føroyar leiktu javnt 2-2 móti Litava.

Mánadagin klokkan 15 spæla Føroyar og Ukraina á Tórsvølli. Somu klokkutíð spæla Litava og Andorra á Svangaskarði.

Ukraina er fremst í bólkinum við seks stigum. Føroyar hava fýra stig á øðrum plássinum, Litava hevur eitt stig, meðan Andorra er aftast við ongum stigi.

Føroyar mugu vinna á Ukraina fyri við vissu at tryggja sær víðari luttøku í kappingini. Enda okkara á øðrum plássinum, so mugu tær vera millum betri tveyararnar fyri at kunna halda fram í kappingini.

Mest lisið hesa vikuna

Ken Fagerberg er deyður

Samgongan í Tórs­havn­ar bý­ráð er skrædnað

Allir 17 av manningini á Jökull bjargaðir

20 menn úr Nólsoy fara til Dublin í kvøld

Sanna áttati í dag

Send nýskipanarnevndina til hús

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Grønland skelkaði í skíðskjóting í Finnlandi

16 minuttir síðan
Fótbóltur

Jørgen er aftur í barndómsfelagnum

27 minuttir síðan
Tíðindi

Tvøroyri hækkar barnafrádráttin upp í 15.000 krónur

30 minuttir síðan
Tíðindi

Ávara ímóti stórum oljufelti nær við føroyska markið

49 minuttir síðan
Hondbóltur

Burn: Neistin vann greiðan sigur á Team Klaksvík

1 tími síðan
Tíðindi

Bjargarar sjálvir komnir í neyð

1 tími síðan
Tíðindi

Familjugudstænasta verður í Vesturkirkjuni

1 tími síðan
Fótbóltur

Hellas Verona megnaði bert javnleik móti botnproppinum

1 tími síðan
Fótbóltur

Grimsby Town vann á útivølli

2 tímar síðan
Tíðindi

Ísland havt krav um eykatyrlu í minst 17 ár

2 tímar síðan
Fótbóltur

Liðið hjá Árna Nóa knógvaði eitt stig á útivølli

2 tímar síðan
Tíðindi

USA ætlar at brúka upp í 3,5 mia upp á her­støð í Grønlandi

3 tímar síðan