Hvat gera Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, og føroyskir myndugleikar annars, fyri at hjálpa teimum føroyingum, sum eru strandaðir uttanlands, og ikki sleppa heim, nú korona herjar heimin.
Tað vil Brandur Sandoy, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin hava greiði á og tí hevur hann nú biðið um eina frágreiðing frá landsstýrismanninum.
Jenis av Rana skal fyrst og fremst siga, hvussu nógvar føroyingar, hann veit um, eru strandaðir uttanlands í kjalarvørrinum á korona-kreppuni.
Og síðani skal hann greiða frá, hvat hann ger fyri at hjálpa teimum heim, og nær tað er væntandi at teir sleppa heim.
Brandur Sandoy vísir á, at nú korona herjar heimin, er støðan rættiliga ógreið, eisini viðvíkjandi tí at ferðast ímillum lond og nógvastaðni eru stórar avmarkingar settar í verk fyri,
Eisini føroyingar eru strandaðir uttanlands og sleppa ikki heim og tað er á ongan hátt nøktandi, sigur Brandur Sandoy.
Hann sigur, at tað tykist sum um at trupulleikin liggur hjá donskum myndugleikum. Hinvegin hava danskir myndugleikar heitt á danskar ríkisborgarar, sum vóru uttanlands um at koma heim. Og føroyskir myndugleikar hava eisini staðiliga heitt á allar okkara landsmenn, sum eru uttanlands, um at koma til Føroya undan farsóttini. – Tí er tað løgið, at vit ikki gera meiri fyri at hjálpa hesum fólkum, nú tey kortini ikki sleppa heim til Føroya at verða saman við síni familju og næstringum, sigur Brandur Sandoy.
Hann sigur, at bíðitíðin og óvissan eru ótolandi, og tí vil hann hava Jenis av Rana at greiða frá, hvat landsstýrið ger fyri at hjálpa hesum fólkum, sum ikki sleppa heim. Í hesum sambandi skal Jenis av Rana eisini greiða frá um arbeitt verður við tí møguleika at senda Atlantsflog út í heim eftir hesum fólkum.
Mest lisið hesa vikuna
Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum
13. november kl. 22:59
Landsstýrið blacklistar 16 bygdir og býir í Føroyum
Í gjár kl. 10:11
Eldur í á skipasmiðjuni á Skála
19 tímar síðan
Ókent ræðsluevni: Byrjaði at eta seg sjálvan
23 tímar síðan
Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar
15. november kl. 17:35
Fyrrverandi NSÍ venjari er deyður
14. november kl. 17:37
Fleiri tíðindi
Lesarabrøv
Viðhald frá kommunala eftirlitinum
1 minuttur síðan
Tíðindi
Samstarvsskjal við Bretland verður undirritað í komandi viku
2 minuttir síðan
Tíðindi
Ein stuttsøga um Flemish Kap
14 minuttir síðan
Lesarabrøv
Skattapolitikkur kostar Føroyum meira, enn hann gevur
19 minuttir síðan
Tíðindi
Nólsoyarbók er komin út á HandRit.fo
26 minuttir síðan
Tíðindi
Fólkatingið hevur samtykt Grønlands-avtaluna
32 minuttir síðan
Tíðindi
Býráðið í Havn viðger fíggjarætlanina fyri 2027 í dag
58 minuttir síðan
Tíðindi
Putin: Ukraina og Evropa ikki eru til reiðar at gera semju
1 tími síðan
Tíðindi
Útflutningur av fiski til Kina veksur við hálvari milliard
1 tími síðan
Tíðindi
Talið av laksaalarum í Noregi verður hálverað innan fimm ár
2 tímar síðan
Tíðindi
Van Gogh-málningur seldur fyri 1,3 milliardir krónur
3 tímar síðan
Tíðindi
Stuðulstímar til børn hava kostað meira enn játtað í sjey ár
3 tímar síðan