info
Ongi úrslit

Útflutningur av fiski til Kina veksur við hálvari milliard

Føroyar útfluttu fiskavørur til Kina fyri 514 milliónir krónur meira enn í undanfarna uppgerðarári. Umleið helvtin av vøkstrinum stavar frá laksi.

Eirikur Lindenskov
19. november 2026 kl. 12:26

Kina er nú eitt av sjey londum, sum keypa føroyskar fiskavørur fyri meira enn eina milliard krónur um árið. Tað vísa nýggju tølini hjá Hagstovu Føroya fyri tíðarskeiðið frá oktober 2025 til september 2026, samanborið við undanfarnu 12 mánaðirnar.

Kina stóð fyri størsta vøkstrinum á asiatiska marknaðinum. Síðani útflutningurin til Kina minkaði nógv í byrjanini av 2020, er hann vaksin úr umleið 20 milliónum krónum um mánaðin til nærum 110 milliónir krónur í miðal um mánaðin.

Laksur fyri knappa milliard meira

Samlaði føroyski vøruútflutningurin var nærum 14,4 milliardir krónur í uppgerðarárinum. Tað er ein góð milliard krónur meira enn í undanfarna skeiði. Fiskavøruútflutningurin vaks 10 prosent, svarandi til góðar 1,2 milliardir krónur.

Útflutningsvirðið á laksi vaks eina knappa milliard krónur, ella 16,3 prosent. Samstundis vórðu knøpp 18.000 tons meira av laksi útflutt. Fiskavøruútflutningurin til Russlands minkaði hinvegin 138 milliónir krónur.

Tølini vórðu kunngjørd í gjár, dagin fyri toppfundin millum leiðararnar í Kina, USA og Russlandi í Shenzhen.

Útflutningur av fiski til Kina veksur við hálvari milliard

Mest lisið hesa vikuna

Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum

13. november kl. 22:59

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

Í gjár kl. 10:11

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

18 tímar síðan

Ókent ræðsluevni: Byrjaði at eta seg sjálvan

22 tímar síðan

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 17:35

Fyrrverandi NSÍ venjari er deyður

14. november kl. 17:37

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Talið av laksaalarum í Noregi verður hálverað innan fimm ár

1 tími síðan
Tíðindi

Van Gogh-málningur seldur fyri 1,3 milliardir krónur

2 tímar síðan
Tíðindi

Stuðulstímar til børn hava kostað meira enn játtað í sjey ár

2 tímar síðan
Tíðindi

Familjufyrisitingin við nýggjari heimasíðu til børn

2 tímar síðan
Tíðindi

Putin við Trump og Xi: Sam­starv kann styrkja støðu­fest­ið í heiminum

3 tímar síðan
Tíðindi

Steingja Niðara Veg fyri gjøgnumkoyring í tveir dagar

3 tímar síðan
Hondbóltur

EM: Her er franski hópurin Føroyar møta 7. desember

3 tímar síðan
Tíðindi

Ungdómshús fegnast um padelkvøld í Havn

3 tímar síðan
Tíðindi

Niels Juel Arge við nýggjum staklagi

4 tímar síðan
Tíðindi

Havnin fær 88 milli­ón­ir meira enn vænt­að – nú skulu peng­ar­nir býtast

4 tímar síðan
Tíðindi

Stórur skaði av eldinum á Skála

4 tímar síðan
Tíðindi

Russland ætlaði at fremja álop á Pólland úr Kaliningrad

5 tímar síðan