info
Ongi úrslit

Stuðulstímar til børn hava kostað meira enn játtað í sjey ár

Tórshavnar kommuna væntar at brúka 18 milliónir krónur til stuðulstímar hjá børnum við serligum tørvi í ár. Men tøka játtanin er bert 4,8 milliónir krónur. Umsitingin staðfestir, at útreiðslurnar hava verið hægri enn játtanin á hvørjum ári síðani 2019. Nú verður mælt til at flyta 6,65 milliónir krónur frá øðrum kommunalum kontum fyri at bøta um støðuna.

Eirikur Lindenskov
19. november 2026 kl. 10:15

Tað hevur í fleiri ár verið ein stórur munur á játtanini og veruligu útreiðslunum til stuðulstímar hjá børnum við serligum tørvi á dagstovnaøkinum í Tórshavnar kommunu.

Hetta kemur fram í máli, sum verður lagt fyri býráðið á fundinum klokkan 16 í dag.

Sambært umsitingini verða útreiðslurnar til stuðulstímar í 2026 mettar til 18 milliónir krónur.

Upprunaliga vórðu níggju milliónir krónur settar av til endamálið, men tá meirnýtsla frá undanfarna ári er flutt fram, er tøka játtanin 4,829 milliónir krónur.

Tað merkir, at 13,171 milliónir krónur skulu til, fyri at kontan kemur á slætt aftur.

Sama trupulleika síðani 2019

Í býráðstilfarinum staðfestir umsitingin, at útreiðslurnar til stuðulstímar hava verið hægri enn játtanin á hvørjum ári frá 2019 til 2026.

Umsitingin hevur gjørt vart við trupulleikan í fleiri ár.

Ein orsøk er, at játtanin ikki hevur fylgt lønarvøkstrinum, sum hevur verið stórur seinastu árini, millum annað vegna lønarlyftið.

Sambært umsitingini átti játtanin upp á 10 milliónir krónur frá 2019 at verið hækkað við trimum til fýra milliónum krónum fyri at fylgja lønarvøkstrinum.

Men játtanin hevur í stóran mun staðið í stað.

Samstundis er barnatalið í kommununi vaksið, og fleiri nýggir málbólkar hava tørv á stuðli.

Útlendsk børn fáa 15 prosent av tímunum

Í frágreiðingini verður víst á, at børn, har minst annað foreldrið ikki hevur føroyskt sum móðurmál, fáa 15 prosent av stuðulstímunum.

Hetta svarar til umleið 3,3 milliónir krónur.

Børn við stoffskiftissjúku fáa 3,5 prosent av tímunum, svarandi til umleið 600.000 krónur.

Harumframt verða stuðulstímar játtaðir til børn í forskúla. Hetta kostaði eina millión krónur í 2025 og 600.000 krónur í ár.

Stuðulstímar bert í heilt serligum førum

Kommunan hevur seinastu árini sett fleiri tiltøk í verk fyri at tálma útreiðslunum.

Millum annað eru stuðulsskipanin, serstovur og námsfrøðilig ráðgeving eftirmett. Eisini hevur kommunan arbeitt við førleikamenning, betri ljóðviðurskiftum á stovnunum og minni barnabólkum.

Umsitingin sigur, at átøkini kunnu hava ávirkan á vaksandi eftirspurningin eftir stuðulstímum.

Men samstundis stendur í býráðstilfarinum, at stuðulstímar nú bert verða játtaðir í heilt serligum førum.

Endamálið er at tálma útreiðslunum, so kommunan ikki fer inn í 2027 við somu nýtslu sum í 2026.

Hetta reisir spurningin um, hvussu kommunan tryggjar, at børn við serligum tørvi framvegis fáa neyðugan stuðul.

Flyta pengar frá øðrum kontum

Fyri at bøta um fíggjarstøðuna mælir trivnaðarstjórin til at játta 6,65 milliónir krónur afturat til stuðulstímarnar.

Peningurin skal takast frá øðrum kontum, har nýtslan hevur verið minni enn væntað.

Av hesum verða 3,2 milliónir krónur tiknar frá kontuni fyri børn, sum eru sett heiman í fosturfamilju.

Harumframt verða 1,75 milliónir krónur fluttar frá dygdarmenning, 1,2 milliónir frá brúkaragjøldum á serstovnum og 500.000 krónur frá integratión.

Umsitingin upplýsir, at minninýtslan á kontunum fyri fosturbørn og serstovnar stendst av, at færri børn eru í hesum skipanum enn væntað, tá fíggjarætlanin varð løgd.

Á kontuni fyri dygdarmenning hevur verið minninýtsla, tí tað hevur drigið út at seta fólk í størv.

Skal koma upp á pláss í 2028

Sambært játtanarreglunum hjá Tórshavnar kommunu skal meirnýtsla verða burtur innan trý ár.

Umsitingin ætlar tí at brúka restina av 2026 og árið 2027 til at fáa kontuna aftur á beint, so støðan verður rættað í 2028.

Samstundis verður mælt til at hækka játtanina til stuðulstímar í fíggjarætlanini fyri 2027.

Mentamálanevndin tók 16. november undir við tilmælinum, og fíggjarnevndin gjørdi tað sama 17. november.

Nú skal býráðið taka støðu til eykajáttanina á fundinum í dag.

Mest lisið hesa vikuna

Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum

13. november kl. 22:59

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

Í gjár kl. 10:11

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

16 tímar síðan

Ókent ræðsluevni: Byrjaði at eta seg sjálvan

19 tímar síðan

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 17:35

Fyrrverandi NSÍ venjari er deyður

14. november kl. 17:37

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Van Gogh-málningur seldur fyri 1,3 milliardir

1 minuttur síðan
Tíðindi

Familjufyrisitingin við nýggjari heimasíðu til børn

15 minuttir síðan
Tíðindi

Putin við Trump og Xi: Sam­starv kann styrkja støðu­fest­ið í heiminum

49 minuttir síðan
Tíðindi

Steingja Niðara Veg fyri gjøgnumkoyring í tveir dagar

52 minuttir síðan
Hondbóltur

EM: Her er franski hópurin Føroyar møta 7. desember

56 minuttir síðan
Tíðindi

Ungdómshús fegnast um padelkvøld í Havn

1 tími síðan
Tíðindi

Niels Juel Arge við nýggjum staklagi

2 tímar síðan
Tíðindi

Havnin fær 88 milli­ón­ir meira enn vænt­að – nú skulu peng­ar­nir býtast

2 tímar síðan
Tíðindi

Stórur skaði av eldinum á Skála

2 tímar síðan
Tíðindi

Russland ætlaði at fremja álop á Pólland úr Kaliningrad

2 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: Soleiðis tapti Füchse Berlin fyri Aalborg

4 tímar síðan
Tíðindi

Tvey vaksin og eitt barn funnin deyð í Danmark

6 tímar síðan