Ein málningur hjá heimskenda listamanninum, Vincent van Gogh, er seldur fyri 190,4 milliónir dollarar, sum svarar til umleið 1,3 milliardir krónur í okkara peningi.
Hetta er nýtt uppboðsmet fyri list hjá niðurlendska listamanninum, veit tíðindastovan NTB at siga.
Talan er um málningin «Châtaigniers en fleurs» (blómandi kastanjutrø), sum varð málaður í Auvers-sur-Oise í Fraklandi í 1890. Hetta var sama ár, sum Van Gogh doyði.
Málningurin varð seldur hjá kenda uppboðshúsinum, Sotheby’s.
Fyrra uppboðssølumetið fyri ein Van Gogh-málning var 117,2 milliónir dollarar. Tað metið varð sett í november 2022, tá "Verger avec cyprèses" (aldingarður við sypressum) frá 1888 varð seldur hjá Christie's í New York.
Sølan av kastanjumálninginum hevur verið umstrídd vegna søguna hjá verkinum undir nasitíðini. Týski útgevarin, Samuel Fischer, keypti málningin í París í 1909, men familjan seldi hann aftur í 1936, eftir at nasistarnir vóru komnir til valdið í Týsklandi.
Arvingarnir hjá Fischer royndu at steðga uppboðnum. Teir mettu nevniliga, at sølan í 1936 fór fram undir tvingsli og sum fylgja av fíggjarligum tapi vegna atsóknir frá nasistunum.
Advokaturin hjá arvingunum, Gunnar Schnabel, kravdi, at Sotheby’s skjalprógvaði, at málningurin í sínari tíð varð seldur fyri marknaðarprís, og at familjan hevði selt hann uttan ávirkan av politisku støðuni í Týsklandi.
Týsdagin upplýsti Sotheby’s tó, at semja var fingin í lag millum núverandi eigararnar av málninginum og arvingarnar eftir Samuel og Hedwig Fischer.
- Arvingarnir takkaðu fyri tað, ið tey umrøddu sum rættvísar samráðingar. Tey løgdu afturat, at avtalan er við til at viðurkenna líðingarnar hjá familjuni undir nasitstíðini, skrivar tíðindastovan NTB.