info
Ongi úrslit
– Tilfeingisskatturin hevur eisini verið við til at seta ferð á tær nógvu sølurnar og samanleggingarnar, sum vinnan nú upplivir, skrivar Dagens Næringsliv

Talið av laksaalarum í Noregi verður hálverað innan fimm ár

Ferð fer at koma á samanleggingarnar í norsku alivinnuni. Tilfeingisskatturin verður nevndur sum ein týðandi orsøk, veit iLaks.no at siga

Vilmund Jacobsen
19. november 2026 kl. 11:40

Fyri einum ári síðani spáddi virðisbrævameklarafyritøkan, Arctic Securities, at talið á laksaalarum í Noregi fer at minka niður í helvt innan fimm ár.

Henda gongd merkist eisini longu nú, tí tíggju prosent av feløgunum eru horvin seinastu 12 mánaðirnar.

– Tilfeingisskatturin hevur eisini verið við til at seta ferð á tær nógvu sølurnar og samanleggingarnar, sum vinnan nú upplivir.

Tað sigur greinarin, Christian Olsen Nordby, við norska blaðið, Dagens Næringsliv.

Hann metir, at stóru alifyritøkurnar, Mowi og SalMar – og møguliga eisini Cermaq og Lerøy – fara at standa eftir sum vinnararnir í kappingini um at keypa.

Men, tað er eisini pláss fyri, at smærri feløg leggja saman.

– Hóast ymisk atlit í sambandi við ættarliðsskifti fara at hava avgerandi týdning fyri mong, tá tey selja, kunnu fleiri sterk og lokal feløg helst finna saman og veksa sum ein eind.

Felags fyri hesi verður, at tað fær enn størri týdning at vera stórur.

Tað sigur Steffen Rødsjø, sum er leiðari fyri íløgubankavirksemi í Arctic Securities, við Dagens Næringsliv, sum iLaks.no endurgevur.

Steffen Rødsjø heldur, at tað er ein andsøgn, at botnfrádrátturin í tilfeingisskattinum í sínari tíð varð settur í verk fyri at verja tey smáu alifeløgini, men at vit nú síggja júst tað øvuta henda.

Mest lisið hesa vikuna

Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum

13. november kl. 22:59

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

Í gjár kl. 10:11

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

17 tímar síðan

Ókent ræðsluevni: Byrjaði at eta seg sjálvan

21 tímar síðan

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 17:35

Fyrrverandi NSÍ venjari er deyður

14. november kl. 17:37

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Van Gogh-málningur seldur fyri 1,3 milliardir krónur

1 tími síðan
Tíðindi

Stuðulstímar til børn hava kostað meira enn játtað í sjey ár

1 tími síðan
Tíðindi

Familjufyrisitingin við nýggjari heimasíðu til børn

1 tími síðan
Tíðindi

Putin við Trump og Xi: Sam­starv kann styrkja støðu­fest­ið í heiminum

2 tímar síðan
Tíðindi

Steingja Niðara Veg fyri gjøgnumkoyring í tveir dagar

2 tímar síðan
Hondbóltur

EM: Her er franski hópurin Føroyar møta 7. desember

2 tímar síðan
Tíðindi

Ungdómshús fegnast um padelkvøld í Havn

2 tímar síðan
Tíðindi

Niels Juel Arge við nýggjum staklagi

3 tímar síðan
Tíðindi

Havnin fær 88 milli­ón­ir meira enn vænt­að – nú skulu peng­ar­nir býtast

3 tímar síðan
Tíðindi

Stórur skaði av eldinum á Skála

4 tímar síðan
Tíðindi

Russland ætlaði at fremja álop á Pólland úr Kaliningrad

4 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: Soleiðis tapti Füchse Berlin fyri Aalborg

5 tímar síðan