Bátahugni verður í Leirvík hetta vikuskiftið

- Fleiri bátar eru longu tilmeldaðir, men enn eru nøkur pláss eftir, verður sagt um bátatiltakið

 

Aftur í ár verður bátahugni í Leirvík, og hesaferð verður tiltakið vikuskiftið komandi, 21.-23. august.

 

Sagt verður úr Leirvík, at fleiri bátar eru tilmeldaðir, men enn eru nøkur pláss eftir.

 

- Bátar og húsvognar kunnu melda seg til á tlf. 598525 (Emily) ella á tlf. 223229 (Jákup Jóhannus).

 

Í Leirvík verður eisini eitt stórt tiltak fríggjadagin hin 21. august, tá træseglskipini koma til bygdina.

 

Ein skrá er løgd fyri dagin og kvøldið í Leirvík, og á leinkjuni her niðanfyri kann meira lesast um tiltakið.

 

Lesið - https://in.fo/news-detail/hugnaligt-seglbatatiltak-i-leirvik-friggjakvoeldid