Dennis Holm, landsstýrismaður hevur svarað einum grein 52a fyrispurningi frá Jacob Vestergaard, landsstýrismanni, um arbeiðsfólkið í Dalstunlinum.
Tingmaðurin seti landsstýrismanninum hesar spurningar:
1. Hví verður søkt eftir arbeiðsfólki til arbeiðið í Dalstunlinum?
2. Hvar er arbeiðsfólkið, sum arbeiddi í Dalstunlinum?
3. Er ósemja ímillum arbeiðsfólkið í Dalstunlinum og Landsverk, og um so er, hvar snýr ósemjan seg um?
Landsstýrismaðurin siugr, at tað starvast vanliga 6-7 arbeiðsfólk á tunnilsliðnum hjá Landsverki. Arbeiðið við Dalstunlinum hevur sum heild gingið væl. Fyrsta skotið fyri tunlinum varð latið 5. november 2020, og tunnilin varð skotin ígjøgnum 9. novembur 2023.
– Fyrr í ár søgdu trý arbeiðsfólk seg úr starvi. Orsøkin var, at tey vóru ónøgd við lønarviðurskifti og setanartreytir í sambandi við tunnilsarbeiðið. Lýst varð tí eftir starvsfólki, og eru fólk sett í starv.
##med2##
– Arbeiðið inni í tunlinum varð nakað seinkað, meðan lýst varð eftir fólki, men nú gongur arbeiðið, eftir ætlan, sigur Dennis Holm.
Hann vísir eisini á, at Tjørnuvíkartunnilin í løtuni verður fyrireikaður.
– Ætlanin er, at tunnilsliðið hjá Landsverki skal arbeiða við at gera Tjørnuvíkartunnilin, sigur landsstýrismaðurin.