Aftaná tveir sigrar á rað í bestu donsku hondbóltsdeildini kom liðið hjá Jóhan á Plógv Hansen, Skanderborg-Aarhus niður á jørðina aftur.
Í Sydjysk Sparekasse Skansen høllini í Sønderborg á Als tapti Skanderborg-Aarhus greitt 27-33 fyri Sønderjyske, ið var á odda 16-12 í steðginum.
Jóhan skoraði fýra mál upp á sjey málroyndir.
Skanderborg-Aarhus er nummar seks í deildini við 18 stigum.