info
Ongi úrslit
© Juan Medina / Reuters / Ritzau Scanpix
Alberto Núñez Feijóo, leiðari í konservativa flokkinum Partido Popular (PP), greiðir atkvøðu í Madrid á spanska tjóðartingsvalinum sunnudagin

PP og Vox hava kós móti meiriluta í Spania

Helvtin av atkvøðunum er taldar, og konservativi flokkurin PP liggur á odda. Saman við Vox stendur hann til at fáa 182 sessir, seks fleiri enn neyðugt er til meiriluta.

Eirikur Lindenskov
29. november 2026 kl. 21:15

Konservativi flokkurin Partido Popular (PP) hevur lagt seg á odda á spanska tjóðartingsvalinum í dag. Sosialistiski stjórnarflokkurin PSOE lá fremst, tá tíggju prosent av atkvøðunum vóru tald, men er nú farin aftur um PP, skrivar Reuters.

Sambært spanska blaðnum El País stendur PP hjá Alberto Núñez Feijóo fyribils til at fáa 133 sessir, fýra færri enn á valinum í 2023. Høgravendi flokkurin Vox stendur til 49 sessir, 16 fleiri enn seinast. PSOE hjá forsætisráðharranum Pedro Sánchez stendur til 119 sessir.

Heldur fyribils sessabýtið, fáa PP og Vox tilsamans 182 av teimum 350 sessunum í undirhúsinum. Meiriluti krevur 176 sessir. Reuters vísir á, at fyrstu uppteljingartølini í stóran mun koma úr smærri býum, og at sessabýtið kann broytast, so hvørt sum fleiri atkvøður verða taldar.

Valluttøkan var 79,19 prosent, samanborið við 66,6 prosent á valinum í 2023.

Ritzau / Reuters / El País

Mest lisið hesa vikuna

Ken Fagerberg er deyður

Samgongan í Tórs­havn­ar bý­ráð er skrædnað

Allir 17 av manningini á Jökull bjargaðir

20 menn úr Nólsoy fara til Dublin í kvøld

Send nýskipanarnevndina til hús

Sosialurin hevur sítt egna »Tíðarrit«

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Brøður dømdu fyrstu altjóða dystirnar

4 minuttir síðan
Tíðindi

Putin er kroystur

25 minuttir síðan
Tíðindi

Skanderborg-Aarhus tapti greitt í Sønderborg

1 tími síðan
Hondbóltur

Myndir: Javnleikur í Kollafirði

1 tími síðan
Tíðindi

VIDEO: Soleiðis sendi liðið hjá Mattiasi meistaraheitið til Uppsala

2 tímar síðan
Tíðindi

Upptøkur vísa sjógv floyma inn í Jökull

2 tímar síðan
Hondbóltur

Myndir: H71 vann á Hálsi

2 tímar síðan
Tíðindi

Sosialurin hevur sítt egna »Tíðarrit«

2 tímar síðan
Tíðindi

Útlendsk skip kunnu fáa størri lut í íslendsku sildini

3 tímar síðan
Hondbóltur

Føroyar vunnu seg til U18 EM-enda­spælið í summar

3 tímar síðan
Hondbóltur

Rúnar skoraði heili 11 mál fyri Stoholm

3 tímar síðan
Tíðindi

Centerpart­iet styðj­ar Krist­ers­son sum for­sætis­ráðharra

4 tímar síðan