Eggert Ellertsson, 41 ár, Aðalsteinn Steinþórsson, 59 ár, og pólski sjómaðurin Jacek Belina 52 ár lótu lív, tá Jökull sakk eystan fyri Ísland mikudagin 25. november. Tað skrivar íslendska kringvarpið RÚV.
Í fyrstu tíðindunum varð sagt, at øll 17 vóru bjargað. Seinni varð staðfest, at 14 komu frá vanlukkuni við lívinum. Fríggjadagin var minningarløta í Fossvogskirkju, har ein partur av manningini var til staðar. Ljós vórðu tendrað til minnis um teir tríggjar.
Lesið eisini: Hvør skal bjarga bjargarunum?
Bara ein bjargingartyrla var tøk
Sambært RÚV var bara ein bjargingartyrla tøk, tá Jökull sakk. Tey, sum vóru longst í sjónum, vóru har í fimm og ein hálvan tíma. Íslendska stjórnin avgjørdi fríggjadagin, at ein fjórða bjargingartyrla skal hava støð á Akureyri. Íslendska sjóverjan kannar í løtuni, um ein tyrla kann leigast fyribils.
Orsøkin til, at Jökull sakk, er enn ógreið. Í neyðarkallinum boðaði skiparin frá, at ein lúka afturi á skipinum var brotnað, og at sjógvur kom inn. Íslendska kanningarnevndin er farin undir at savna upplýsingar.