info
Ongi úrslit

Ein av størstu popp-sangskrivarum Burt Bacharach deyður

Burt Bacharach, sum millum annað er kendur fyri lagið »Raindrops Keep Falling on My Head«, er deyður.

Eirikur Lindenskov
9. februar 2023 kl. 17:07

Maðurin sum hevur gjørt nakrar av mest ódeyðiligu sangum í poppsøguni, amerikanski tónasmiðurin Burt Bacharach, er deyður.
Tað skrivar fleiri miðlar – teirra millum amerikanski tíðindastovan AP.
Bacharach gjørdi seinast í fimmtiárunum og fram til áttatiárini nógvar poppsangir.
Millum teirra var »Raindrops Keep Falling on My Head«, sum var við í filminum »Butch Cassidy and The Sundance Kid«.
Mildu sangir hansara vóru millum annað mettir sum eitt bleytari alternativ til rock and roll-tónleikin í seksti- og sjeytiárunum.
Fleiri av løgum hansara verða mett at vera millum tey stóru løgini í poppsøguni.

Myndin er ikki tøk

Sum til dømis filmslagið »What's New Pussycat?«, sum Tom Jones fekk nógv burturúr. Ella klassikarin »That's What Friends Are For«.
Og so er tað »Raindrops Keep Falling on My head«. Hann førdi til at Burt Bacharach fekk ein Oscar í greinini Besti Originali Sangur.
Yrkisleiðin hjá Burt Bacharachs tók dik á seg í fimmti- og tíliga í sekstiárunum.
Hann vann pengar sum klaverspælari, orkesturleiðari og fyriskipari fyri Marlene Dietrich, sum hann eisini var á turne saman við.
Í 1957 hitti hann Hal David, sum kláraði seg sera væl sum teksthøvundur fyri Frank Sinatra. Fyrsta lag teirra,
»The Story of My Life"« kom á hittlistarnar í USA, og teir gjørdust eitt av heimsins bestu makkapørum.
Bacharach hevði tónleikin. David orðini.

Myndin er ikki tøk

Samstarvið endaði brádliga í 1973, tá tonleikurin til musicalin »Lost Horizon« gjørdist ein fiasko.
Hannv ar giftur fýra ferðir. Triðja hjúnalagið var við tekstahøvundan Carol Bayer Sager, sum hann í áttatiárunum skrivar fleiri sangir saman við.
Í 1993 giftist hann á fjórða sinni við Jane Hansen, sum hann fekk tvey børn saman við.
/ritzau/

Mest lisið hesa vikuna

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

Í gjár kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22 tímar síðan

21 ára gomul úr Klaksvík vann P3 Guld-heiður

17. oktober kl. 09:01

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Næstan eitt árs avfall eftir 37 tímum

0 minuttir síðan
Tíðindi

Putin: - Russland fyrireikar seg ikki til kríggj móti Evropa

23 minuttir síðan
Tíðindi

Gøtubrá fer út um landoddarnar

57 minuttir síðan
Tíðindi

14.414 fólk við Oyggja­leiðu­num hjá SSL í heyst­frí­tíðini

59 minuttir síðan
Tíðindi

Roðin vil gera kommunurnar demensvinarligar

1 tími síðan
Tíðindi

Hvussu fáa vit børn at lesa meira?

2 tímar síðan
Tíðindi

Monet-málningur setti sølumet í París

2 tímar síðan
Tíðindi

Árligar strandarlandasamráðingar í London

2 tímar síðan
Tíðindi

Koyrdi 151 km/t – misti koyrikortið á staðnum

3 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: Síggj Óla skjóta framúr gott mál móti Szeged (Champions League)

5 tímar síðan
Hondbóltur

Inga Maria og Joan eru valdar á vikuliðið í Íslandi

11 tímar síðan
Tíðindi

Er Taxi Driver besti filmur?

11 tímar síðan