Filmshúsið
Lucas Frayssinet ætlaði at vera eitt ár í Føroyum. Seks ár seinni tosar hann flótandi føroyskt og er vorðin ein inngrógvin partur av føroysku filmsvinnuni.
Hann hevur arbeitt við Sakarisi Stórá, Jóni Hammer, Dagmar Knöpfel og øðrum við fleiri av teimum stóru filmsverkætlanunum, sum eru gjørdar her seinastu árini. Nú arbeiðir franski fotografurin og framleiðarin við at fáa eina føroyska søgu út í heim.
Saman við Rúnu Volmarsdóttir Højgaard er hann framleiðari á Gøtubrá, sum Anna Maria Sloan og Annika Djurhuus Olsen leikstjórna. Svenska Ylva Forner skrivar handritið í tøttum samstarvi við hini.
Altjóða samstarv tekur skap
Danska Motor Productions og norska Anagram Productions eru við sum samframleiðarar. Toymið hevur eisini havt fundir við fransk-týsku sjónvarpsrásina, Arte, og norska kringvarpið, NRK. Harumframt verður arbeitt við at fáa samstarv í lag við Institut français.
– Tað hevur týdning fyri okkum at fáa útlendskar samstarvsfelagar og fígging við, fyri at verkætlanin yvirhøvur skal blíva til nakað og fyri at fáa røðina út í Skandinavia og víðari í Evropa. Men higartil gongur tað væl, greiðir Lucas frá.
Boðin til Lübeck og Stockholm
Í november er toymið boðið at leggja Gøtubrá fram á Nordische Filmtage í Lübeck og á Nordic Wave í Stockholm. Framløgurnar geva høvi at hitta møguligar samframleiðarar, útbreiðarar og onnur úr altjóða filmsvinnuni.
Filmsstevnan í Lübeck verður hildin 4.–8. november. Í Stockholm er Gøtubrá ein av fimm verkætlanum, sum eru valdar út millum nógvar umsóknir til Nordic Wave. Har kappast røðin um eftirviðgerð fyri 400.000 svenskar krónur, sum fyritøkan Tint letur.
Millum hinar útvaldu verkætlanirnar er Like There Is No Tomorrow eftir Tess Quatri. Ein av framleiðarunum er Andrea Berentsen Ottmar, sum eisini framleiddi Sentimental Value, ið júst hevur vunnið Filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins.
Franski føroyingurin
Lucas er úr Agen í Fraklandi og útbúgvin á fotografskúlanum ETPA í Toulouse, har hann tók BTS Photographie og síðan eina framhaldsútbúgving í fotografi. Í Føroyum hevur hann arbeitt við bæði stillmyndum, heimildarfilmum og spælifilmum.
– Tað, sum er serliga spennandi við at arbeiða í Føroyum, er, at tú fært nógvar ymiskar fakligar leiklutir og harvið vinnur tú tær eisini so nógvar ymiskar fakligar royndir, greiðir hann frá.
Á Seinasta paradís á jørð var hann stillfotografur og hjálparfólk í myndatoyminum. Á Verdandi var hann fyrsti leikstjórnarhjálpari og arbeiddi eisini við at finna upptøkustøð og sjónleikarar. Hann hevur harumframt arbeitt á No Rest for the Wicked og Kópakonuni.
Sjálvur hevur hann leikstjórnað og framleitt Eitt ár í Føroyum, sum varð vístur í Kringvarpinum í 2024, og verið við til at gera franskar heimildarfilmar, sum eru vístir á Arte. Á Gøtubrá er hann bæði framleiðari og filmsfotografur.
Tá deyting verður flóvislig
– Gøtubrá er eitt slag av eini føroyskari Sex and the City-røð við øllum teimum skemtiligu og flóvisligu tingunum, sum henda í eini slíkari, sigur Lucas flennandi.
Røðin fylgir 31 ára gomlu Helenu, sum kemur heim eftir 13 ár í Keypmannahavn. Vinkonurnar hava maka, men sjálv er hon støk og skal finna sær pláss í føroyska samfelagnum aftur.
Og so skal hon á deyt.
– Vit hava veruliga gjørt okkum ómak við hesum og savnað saman veruligar søgur um miseydnaðar deytir í Føroyum, sum vit síðani brúka til skemtiligu hendingarnar í røðini, greiðir Lucas frá.
Toymið spælir upp á ironiina í lítla samfelagnum: Tað, sum ger Føroyar heimligar og tryggar, kann samstundis gera leitanina eftir kærleika bæði flóvisliga og almenna.
– Tað er ikki bara at fara á eitt deyt og kanska enntá hava sex, og síðani fara hvør til sítt. Tað ber ikki til í tí lítla samfelagnum. Tí møguleikin er stórur fyri, at tey møtast aftur, tá tey fara at keypa inn dagin eftir, sigur Lucas við einum smíli.
Hann metir, at søgan um at koma heim og finna sítt pláss eisini kann raka hyggjarar uttanlands.
– Hetta evnið er kent í øllum Norðurlondum, og tað er tað sanniliga eisini í Fraklandi, haðani eg komi.
Vóna tvær milliónir úr Føroyum
Samlaða fíggjarætlanin fyri fyrsta átta partarnar uppá 25 minuttir er 7,6 milliónir krónur.
Toymið vónar, at tað fer at bera til at fáa í minsta lagi tvær milliónir krónur úr Føroyum, samstundis sum tey arbeiða víðari við at fáa útlendska fígging.
– Tað er neyðugt við útlendskari fígging og við útlendskum samstarvsfeløgum, men samstundis vilja vit so ógvuliga fegin, at hetta verður ein føroysk røð við føroyskum jørðildi, sigur Lucas.
Gongur alt sum ætlað, so verða upptøkurna gjørdar næsta ár og eftirviðgerðin í fyrru helvt av 2028.