info
Ongi úrslit
© Copernicus / EU Space, 23. oktober 2026.
Mold og annað leyst tilfar lita sjógvin fram við eysturstrond Spania eftir vatnflóðirnar. Myndin varð tikin 21. oktober 2026. Mynd: European Union, Copernicus Sentinel-2 imagery.

Næstan eitt árs avfall eftir 37 tímum

Ódnarveðrið Adam elvdi til stórar vatnflóðir í eystara parti av Spania. Ein fylgisveinamynd vísir nú, hvussu áir og regnvatn hava ført mold og annað leyst tilfar út í Miðjarðarhavið.

Eirikur Lindenskov
23. oktober 2026 kl. 11:15

663,8 millimetrar av regni eftir bert 37 tímum.

So nógv avfall varð mált í býnum Pego í Alicante-landspartinum, tá ódnarveðrið Adam rakti eystara part av Spania millum 18. og 20. oktober. Tað er næstan líka nógv, sum vanliga fellur í býnum eitt heilt ár.

Tað skrivar evropeiska jarðeygleiðingarskipanin Copernicus við støði í tølum frá sponsku veðurstovuni.

Glopraregnið elvdi til umfatandi vatnflóðir í Valencia-økinum. Serliga hart rakt vóru strandarøkini La Safor og Marina Alta. Í millum annað Gandia, Oliva og Pego stóðu vegir, landbúnaðarjørð og bústaðarøki undir vatni.

Slóðirnar síggjast úr rúmdini

Ein mynd, sum ein av Sentinel-2-fylgisveinunum tók 21. oktober, vísir greiðar slóðir eftir vatnflóðirnar fram við strondini úr Valencia og suðureftir.

Á myndini síggjast stórir turkisbláir geirar í sjónum. Liturin stavar frá mold og øðrum tilfari, sum áir og vatn av landi hava ført út í havið. Geirarnir standa sjónliga fram ímóti tí myrkabláa Miðjarðarhavinum longri úr landi.

Ein nærmynd vísir eisini brúnt, gruggut vatn í Marjal de Pego-Oliva. Hetta er eitt friðað vátlendi við strondina, har partar eisini vanliga eru vatnfjaldir.

Fylgisveinar hjálpa tilbúgvingini

Eftir áheitan frá sponskum myndugleikum hevur neyðtænastan hjá Copernicus gjørt kort yvir vatnflóðirnar og mett um skaðarnar í La Safor og Marina Alta.

Kortini skulu hjálpa myndugleikunum at fáa yvirlit yvir støðuna og leggja bjargingar- og hjálpararbeiðið til rættis.

Mest lisið hesa vikuna

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

Í gjár kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

23 tímar síðan

21 ára gomul úr Klaksvík vann P3 Guld-heiður

17. oktober kl. 09:01

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Gongugøtan verður bilfrí í desember og juli

47 minuttir síðan
Lesarabrøv

Talur og talarar

51 minuttir síðan
Tíðindi

Putin: - Russland fyrireikar seg ikki til kríggj móti Evropa

1 tími síðan
Tíðindi

Gøtubrá fer út um landoddarnar

1 tími síðan
Tíðindi

14.414 fólk við Oyggja­leiðu­num hjá SSL í heyst­frí­tíðini

1 tími síðan
Tíðindi

Roðin vil gera kommunurnar demensvinarligar

2 tímar síðan
Tíðindi

Hvussu fáa vit børn at lesa meira?

3 tímar síðan
Tíðindi

Monet-málningur setti sølumet í París

3 tímar síðan
Tíðindi

Árligar strandarlandasamráðingar í London

3 tímar síðan
Tíðindi

Koyrdi 151 km/t – misti koyrikortið á staðnum

4 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: Síggj Óla skjóta framúr gott mál móti Szeged (Champions League)

5 tímar síðan
Hondbóltur

Inga Maria og Joan eru valdar á vikuliðið í Íslandi

11 tímar síðan