Í ár byrjaði heystfrítíðin fríggjadagin 9. oktober og tað sæst eisini aftur í talinum av ferðafólkum, sum ferðaðust við Oyggjaleiðum hjá SSL. Hendan fríggjadagin ferðaðust 2.163 fólk við skipunum hjá SSL og var hetta eisini størsti einstaki ferðadagur í heystfrítíðini. Tilsamans flutti 6.230 fólk við Oyggjaleiðum fyrsta vikuskiftið í heystfrítíðini.
Mikudagin var illveður kring landið og hetta førdi eisini við sær nógvar avlýsingar bæði á oyggjaleiðum og bygdaleiðum. Hetta sæst eisini aftur í ferðatølunum, tí bara 184 fólk vóru við á teimum túrunum hjá Oyggjaleiðum, sum vóru 14. oktober.
Heystfrítíðini endaði sunnudagin 18. oktober við fríggjadegnum 16. oktober, sum tí stóra ferðadegnum við 1.749 ferðafólkum. Hetta vikuskiftið ferðaðust tilsamans 5.609 fólk við Oyggjaleiðunum. Við hesum kom talið av ferðafólkum, sum ferðaðust við Oyggjaleiðum í tíðarskeiðinum frá 9. oktober til 18. oktober uppá 14.414 fólk.