Í ár eru fimmti ár liðin, síðan amerikanski meistaraleikstjórin, Martin Scorsese (f.1942) gjørdi Robert De Niro (f.1943) kendan um allan heim, sum hýruvognsførarin og Vjetnamveteranurin í andvekri, Travis Bickle.
Í hesi søguni hjá Paul Schrader (f.1946), ið ofta skrivar um innibyrgdar menn, koyrir Travis út í hvønn krók í New York, eisini har eingin vil fara.

Við ófrættakendum undirtónum vellir fram ein vilji at reisa seg úr óhumskuni, og einsamallur at rudda náttarbýin, so hann tolir dagsins ljós, og aftur kann gerast eitt reinvaskað tempul.
At seta eksistentiellu stórbýarsøguna í rættan karm millum dreym og veruleika, hoyra vit nervøsa jazzin hjá Bernard Herrmann (1911-1975) upp móti neonskeltunum og undirjarðisku guvuni, har guli hýruvognurin koyrir, svartblettutur í skugganum, sum eitt villdýr, ið á nátt er komið upp úr frumskógini, og í stórbýnum er vorðið eitt við føraran.
Birgir Kruse, formaðurin í Filmsfelagnum, fer at innleiða sýningina mikukvøldið, og spyrja, hvørja missión "Taxi Driver" kann hugsast at hava í einum polariseraðum heimi, hálva øld eftir, at hann kom fram.
Atgongumerkjasølan er byrjað.
Filmsfelagið 28/10 kl 20:00 Taxi Driver (Martin Scorsese USA 1976 114 min)