Gjørdu tað væl frægari móti Danmark hesaferð

Føroysku kvinnurnar megnaðu at halda HM-bronsuvinnaranum niðri á 26 málum, men brendi ov nógvar málmøguleikar sjálvar

Mynd: BT

Mynd: BT

Met í mun til fyrra dystin móti Danmark í høllini á Hálsi 10. oktober í fjør bøtti føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti munandi um úrslitið móti Danmark á útivølli í Næstved í dag.

 

Føroyska liðið megnaði at halda donsku HM-bronsuvinnarunum niðri á 26 málum sum er flott, men tíverri brendu okkara kvinnur alt ov nógvar málmøguleikar, og fingu ikki meir enn 15 bóltar framvið donsku málverjunum.

 

Í fyrra hálvleiki gekk tað heilt væl, og í steðginum var støðan 12-9 til donsku vertirnar. Maria H. Weyhe skoraði fimm mál í fyrra hálvleiki.

 

Í seinna hálvleiki gekk munandi verri í hond við málskjótingini hjá okkara kvinnum. Anna O. Kristensen í danska málinum bjargaði 10 av 16 føroyskum royndum.

 

Kenslan er tó, at unga føroyska liðið eigur nógv meir í sær, og vit kunnu við góðum vónum síggja fram til komandi undankappingar. 

 

Danmark – Føroyar 26-15 (12-9)

 

Danmark : Kristina Jørgensen 5, Anne Mette Hansen 5, Kathrine Heindahl 4, Mette Tranborg 2, Trine Østergaard 2, Louise Burgaard 2, Simone Petersen 2, Emma Cecilie Friis 1, Rikke Iversen 1, Michala Møller 1, Lærke Nolsøe Pedersen 1. 

 

Føroyar : Maria H. Weyhe 6, Jana Mittún 3, Súna K. Hansen 3, Pernille Brandenborg 1, Ninna Johansen 1, Lív B. Zachariassen 1.

 

Annika Fríðheim Petersen bjargaði sjey av 24 royndum og Rakul Wardum bjargaði tvær av níggju royndum. 

 

Danmark vinnur EM-undanbólkin við 12 stigum og Føroyar enda aftast við ongum stigi. Rumenia og Eysturríki hava fimm stig hvør, og tey skulu í morgin klokkan 16 í Rumenia spæla um hvør teirra skal fylgja Danmark í EM-endaspælið. Endaspælið verður avgreitt í Norðurmakedonia, Slovenia og Montenegro millum 4. og 20. november. 

 

 

 

 

 

Mynd: BT

Mynd: BT