Fyrstu føroyingarnir eru nú koppsettir ímóti koronu. Fyrstu prikini vórðu gjørd fyri nýggjár, og nú verður hildið fram at koppseta.
Flestu koppingarevnini, sum verða ment, krevja tvey prik, og sagt verður, at tríggjar vikur skulu ganga ímillum fyrra og seinna prik. Í summum londum ætla tey at hava longri ímillum prikini, men neyðugt er í øllum førum, at fólk fáa tveir skamtar av koppingarevninum.
Koppingarevnið hjá Pfizer/BioNTech, sum verður brúkt í Føroyum, skal geva 95 prosent verju ímóti covid-19. Kravið er, at fólk fáa tveir skamtar, annars er verjan ikki so høg.
Fyrri skamtur gevur eina akutta reaktión í kroppinum, tí kroppurin verjir seg ímóti virus. Eftir fyrsta virusálopið gloyma nógvar sellur virusið og gevast at framleiða andevni ímóti tí. Summar sellur halda fram at framleiða andevni, og tær skulu við seinna skamtinum hava eitt boost, so at sellurnar minnast virusið. Hetta gevur góða og drúgva verju.
Í Føroyum verða fólk koppsett tvær ferðir við trimum vikum ímillum. Danska Heilsustýrið hevur sagt, at tað ber til at hava seks vikur ímillum prikini.
Korona: Tí skalt tú prikast tvær ferðir Korona: Tí skalt tú prikast tvær ferðir
Flestu koppingarevnini ímóti koronu krevja tvey prik
Eyðun Klakstein
5. januar 2021 kl. 15:57
Mest lisið hesa vikuna
Beinir og Helena í føroyskum klæðum til galla hjá kongi
19. oktober kl. 21:59
Flogruta steðgað: Hotell í Grønlandi stongt og øll starvsfólk uppsøgd
19. oktober kl. 21:45
Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk
Í gjár kl. 12:18
Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu
21. oktober kl. 16:21
Fimm mans handtiknir fyri varðveitslu og deiling av myndum
20. oktober kl. 12:55
Heðin Mortensen vísir tatoveringarnar
7 tímar síðan
Fleiri tíðindi
Fótbóltur
Liðið hjá Hanusi tapti fyri 2. deildarliði í steypakappingini
43 minuttir síðan
Fótbóltur
BK Häcken er bert eitt stig frá at tryggja meistaraheitið
1 tími síðan
Hondbóltur
Valur vann triðja sigurin á rað
1 tími síðan
Tíðindi
VIDEO: Nýggjur ÍF-sangur hjá Rógva á Lakjuni
2 tímar síðan
Fótbóltur
VIDEO: Västerås tapti fyri botnproppinum á heimavølli
2 tímar síðan
Fótbóltur
Árni Nóa mátti út við skaða
3 tímar síðan
Tíðindi
Gunnvá Zachariasen fær Mentanarvirðisløn landsins
3 tímar síðan
Fótbóltur
Fridrikka vann bronsu í sínum fyrsta kappingarári í Íslandi
3 tímar síðan
Tíðindi
Allar fasadurnar á Albert Hall skulu skiftast
3 tímar síðan
Tíðindi
Kári Bæk fær Heiðursgávu landsins 2026
4 tímar síðan
Tíðindi
Eli Tausen á Lava fær virðislønlandsins til ungt listafólk
4 tímar síðan
Tíðindi
Sigrun Gunnarsdóttir fær Sømdargávu landsins
4 tímar síðan