info
Ongi úrslit

Lægri Pf-skatt - gott fyri land og kommunur og serliga fyri smærri vinnurekandi

Mona Breckmann Wescott, valevni fyri Fólkaflokkin
5. desember 2022 kl. 11:36

Verði eg vald á ting, fari eg at stríðast fyri lægri skattatrýsti, bæði á persónar og vinnuvirki. Ein (skatta)króna spard er ein króna vunnin.

 

Tað áhugaverda við skatti er, at ein skattakróna spard hjá vinnuvirkjum gevur meiri virksemi, størri og ríkari búskap og tískil eisini landi og kommunum hægri inntøkur til vælferð.

 

Tað prógvar eisini okkara egna søga.

 

Takkað veri okkara lága 18% Pf-skatti fáa Føroya land og kommunur 10 ferðir so nógva skattainntøku frá okkara vinnulívi nú, sum vit fingu, tá Pf-skatturin var næstan 3 ferðir hægri enn í dag, nevniliga 49%.

 

Skattur er eitt turrisligt kjakevni, eisini  upp undir val. Men tá vit tosa um land, kommunur og vinnulív (eisini skatt á okkum einstaklingar, slepst illa undan skattaspurningum.

 

Havi sjálv sum lítil íverksetari og sjálvstøðugt vinnurekandi í nøkur ár og nú sum valevni hugt leysliga at føroysku skattaskipanini.

 

Pf-skatturin í Føroyum er nógv lægri og betri nú, hann er bert 18%, enn fyrr, tá hann var heili 49%.

 

Oman á Pf-skattin skal hin vinnurekandi gjalda 35% skatt av vinningsbýti,  um/tá hon/hann tekur sær løn av einum avlopi hjá síni (lítlu) fyritøku.

 

Mong vinstravend halda, at vinnan, serliga størri virki, átti at verðið skattað harðari.

 

Men hart skattaðir nýggir, smáir og veikir íverksetarar stríðast í skattligari mótbrekku sum øll onnur, eisini tey við fastari og tryggari løn. 

 

Men jú hægri skattaprosentið er, jú brattari og tyngri verður mótbrekkan. Tí gevast fleiri íverksetarar, um tey yvirhøvur hætta sær í gongd.

 

Lond við hørðum persónligum sum vinnuligum skattatrýsti hava bæði veikari búskaparvøkstur og minni vælferð.

 

Føroyski búskapurin hevði fingið gagn av, at Pf-skatturin fór úr verandi 18% niður í 15% ella enntá niður í 10%. Føroyar og føroyingar høvdu fingið fyrimun av nógv størri vælferð.

 

Smáar fyritøkur og íverksetarar fáa nógv betri umstøður at mennast við lægri Pf-skatti enn høgum.

 

Atkvøðið borgarligt, sosialt, frælslynt, Fólkaflokkin.

 

X við lista A

 

Mona Breckmann Wescott, valevni

Mest lisið hesa vikuna

Nuuk: Bæði funnin deyð

27. september kl. 23:01

Bilførarin: Ræðulig sjón at síggja bilin fara á rull

Í gjár kl. 09:36

Lýsandi bilur á Sandsvatni í kvøld

30. september kl. 23:37

Eg taki ábyrgd – men hvar hevur borgarstjórin verið?

29. september kl. 14:18

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

4 tímar síðan

Nýggi terminalurin hjá Smyril Line

29. september kl. 14:10

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Nations League: Ongland knústi Kroatia og Spania vann triðja sigurin á rað

19 minuttir síðan
Hondbóltur

Füchse Berlin vann og Hannover-Burgdorf tapti

49 minuttir síðan
Fótbóltur

Niðara endaspælið: 07 Vestur og B36 vunnu

1 tími síðan
Tíðindi

Zelenskyj: Nýtt ukrainskt rakettvápn verður klárt í heyst

1 tími síðan
Tíðindi

European Cup: H71 vann samlaðan 19-málssigur

1 tími síðan
Hondbóltur

Myndir: H71 vann eisini seinna dystin móti HB Dudelang

2 tímar síðan
Fótbóltur

Fernandes: Ronaldo er størsta ímyndin av Portugal

2 tímar síðan
Hondbóltur

European Cup: Neistin vann eisini seinna dystin í Kosovo

3 tímar síðan
Tíðindi

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

4 tímar síðan
Ítróttur

Hvar eru teir ungu telvararnir?

4 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Gullbrandur bjargaði Sandnes ULF við einum saksasparksmáli

5 tímar síðan
Tíðindi

Fakfelagsgjald skal kunna dragast frá í skatti

5 tímar síðan