info
Ongi úrslit

VIDEO: Gullbrandur bjargaði Sandnes ULF við einum saksasparksmáli

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum Strømmen-Sandnes ULF 3-3 (2-2)

Heri Á. Simonsen
3. oktober 2026 kl. 18:20

Tá 92 minuttir vóru leiktir av dystinum millum Strømmen og Sandnes ULF í næstbestu norsku fótbóltsdeildini gjørdist føroyski liðskiparin hjá Sandnes ULF, Gullbrandur í Horni Øregaard bjargingarmaðurin útiliðnum.

Eitt gott hornaspark kom inn í brotsteigin hjá Strømmen, og har tók Gullbrandur og saksasparkaði bóltin í netið, og so slapp Sandnes heimaftur við einum stigi.

Axel Kryger legði Sandnes á odda í 20. minutti, men innanfyri 13 minuttir legði heimaliðið seg á odda 2-1. Í yvirtíðini í fyrra hálvleiki javnaði Ole Sebastian Sundgot við einum brotssparki. Tá ein hálvur tími var eftir at leika legði heimaliðið seg á odda 3-2, og teir vóru leingi á sigurskós, men Gullbrandur vildi nakað annað.

Sandnes ULF er nummar 12 í deildini við 25 stigum.

Strømsgodset megnaði uttan Mattias H. Lamhauge á heimavølli at vinna 1-0 (0-0) á Åsane.

Strømsgodset er næstfremst í deildini við 51 stigum.

HER ber til frá norska TV2 at síggja hæddarpunktini frá 3-3 javnleikinum hjá Sandnes ULF móti Strømmen:

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

13 tímar síðan

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

15 tímar síðan

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

9. oktober kl. 08:56

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Fleiri tíðindi

Lesarabrøv

Vit skulu hava meira frælsi, ikki minni

1 minuttur síðan
Tíðindi

Nærum 900 fleiri fólk – men vøkstur er ikki allastaðni

18 minuttir síðan
Tíðindi

Veðurstovan um illveðrið mikudagin

46 minuttir síðan
Tíðindi

Nú er Einar Johannessen stjóri í Eysturlon

1 tími síðan
Fótbóltur

Seks stig til KÍ og trý stig til HB

1 tími síðan
Tíðindi

Landið hóttir við at taka 7 milli­ónir – bý­ráð­ið er kall­að saman

2 tímar síðan
Tíðindi

»Hjólvelting« – eitt afturvendandi súkklutiltak

3 tímar síðan
Tíðindi

Ábøtur á kirkjugarðin í Kvívík

3 tímar síðan
Tíðindi

Triðheitasti september í Evropa

3 tímar síðan
Hondbóltur

Inga Maria var kosin at vera besti leikarin

4 tímar síðan
Tíðindi

Kallas fegnast um vápnahvíld men ivast í Russlandi

5 tímar síðan
Tíðindi

Bilur rendi á viðfestisvogn á Argjum

5 tímar síðan