Tíðindaskriv:
Veteranurin John Rødgaard togar rímiligt miðalaldurin eitt sindur upp við sínum 71 árum.
Kortini er veruleikin tann, at føroyskir topptelvarar eru væl eldri í dag enn fyri tjúgu árum síðani.
Vit hava færri góðarar telvarar í tjúgu-árunum í dag enn vit høvdu fyri tjúgu árum síðani.
Tað er helst eitt vandatekin. Tí tað vísir seg, at tað eru teir ungu telvararnir, ið eru mest virknir og seta sær mest fyri. Tá ið menn fara um tey tretivu, broytist so mangt. Annað trokar á. Familja, útbúgving og arbeiði. Aktuella dømið er talvolympiadan, sum júst hevur verið. Eingin av okkara bestu trimum telvarum, hvørs miðalaldur nú er omanfyri tretivu, vóru við, tí allir eru vorðnir smábarnapápar.
Tí er so umráðandi, at nógvir góðir telvarar eru í 20-árunum.
Miðalaldurin hækkaður næstan 15 ár
Vit hava sammett hagtølini fyri 2026 og 2006.
Vit hava sett upp tveir føroyskar ratinglistar við tjúgu ára millumbili. Annar er tann aktuelli, hin er frá 2006. Vit taka allar teir við, sum hava eitt styrkital hægri enn 2000. Tað stuttliga er, at tað eru júst 26 telvarar bæði nú og í 2006, sum høvdu hægri ratingtal enn 2000. Miðalstyrkitalið er nakað tað sama, men heldur hægri fyri tjúgu árum síðani.
Mest áhugaverdu tølini eru hagtølini viðvíkjandi aldrinum. Vit hava gjørt ein tvørskurð av fimtan teimum bestu í 2006 og 2026. Her sæst, at miðalaldurin fyri okkara fremstu fimtan í dag er 46 ár - í 2006 var hann 32.
Hyggja vit so at, hvussu nógvir í topp 15 eru undir 40 ár nú og tá, er munurin eisini stórur.
Í dag eru einans fýra (4) telvarar av okkara bestu fimtan undir 40 ár.
Í 2006 vóru ellivu (11) av okkara bestu fimtan telvarum yngri enn 40 ár.
2026
miðalrating (topp 15)
2225
miðalaldur (topp 15)
46 ár
telvarar undir 40 ár (topp 15)
4
september 2026
1. Helgi Dam Ziska (2542) 36 ár
2. Høgni Egilstoft Nielsen (2411) 29 ár
3. Rógvi Egilstoft (2315) 33 ár
4. Luitjen Akselsson Apol (2305) 20 ár
5. John Rødgaard (2250) 71 ár
6. Ólavur Simonsen (2220) 49 ár
7. Flóvin Tór Næs (2167) 48 ár
8. Jóan Hendrik Andreasen (2166) 56 ár
9. Rógvi W. Rasmussen (2164) 52 ár
10. Martin Poulsen (2158) 41 ár
11. Hans Kristian Simonsen (2156) 43 ár
12. Sjúrður Thorsteinssom (2144) 40 ár
13. Hanus Brekká ( 2135) 61 ár
14. Carl Eli Samuelsen (2129) 47 ár
15. Eyðun Nolsøe (2127) 60 ár
16. Bogi Ziska (2124) 60 ár
17. Finnbjørn Zachariassen (2121) 58 ár
18. Jón í Horni Nielsen (2078) 21 ár
19. Elias Petersen (2075) 18 ár
20. Silas Eyðsteinsson (2054) 28 ár
21. Torkil Nielsen (2041) 62 ár
22. Rani Baldursson (2041) 40 ár
23. Martin Brekká (2028) 63 ár
24. Jens Chr Hansen (2028) 65 ár
25. Hjalti Toftum Jógvansson (2017) 33 ár
26. Haldur S. Johansen (2004) 62 ár
2006
miðalratingtal (topp 15)
2247
miðalaldur (topp 15)
32 ár
telvarar undir 40 ár (topp 15)
11
mars 2006
1. John Arni Nilssen (2368) 31 ár
2. Martin Poulsen (2357) 21 ár
3. Heini Olsen (2329) 36 ár
4. Helgi Dam Ziska (2328) 15 ár
5. John Rødgaard (2323) 51 ár
6. Carl Eli Samuelsen (2277) 26 ár
7. Flóvin Tór Næs (2251) 27 ár
8. Hans Kristian Simonsen (2234) 22 ár
9. Rógvi W. Rasmussen (2215) 32 ár
10. Jóan Hendrik Andreasen (2207) 36 ár
11. Olaf Berg (2195) 19 ár
12. Eyðun Nolsøe (2177) 39 ár
13. Heini Danielsen (2160) 37 ár
14. Bogi Ziska (2147) 40 ár
15. Jens Chr. Hansen (2145) 45 ár
16. Torbjørn Thomsen (2133) 44 ár
17. Steintór Rasmussen (2121) 45 ár
18. Finnbjørn Zachariassen (2095) 38 ár
19. Ólavur Simonsen (2093) 29 ár
20. Finnbjørn Vang (2085) 27 ár
21. Martin Brekká (2057) 43 ár
22. Torkil Nielsen (2041) 42 ár
23. Rani Nolsøe (2034) 46 ár
24. Terji Petersen (2021) 28 ár
25. Hanus Brekká (2013) 41 ár
26. Herluf Hansen (2003) 32 ár
OL-orð at enda
John Rødgaard hevur gjørt eina stutta heildarniðurløgu eftir talvolympiaduna í Usbekistan, sum endaði nú um dagarnar.
Hann skrivar so:
So endaði OL í Usbekistan.
Lat okkum hyggja at tí ítróttarliga avrikinum.
Vit vóru styrkismettir nummar 107 og endaðu nummar 109 (av 206 liðum), vit fingu 11 dystarstig í ellivu umførum. Vunnu fimm dystir, taptu fimm og spældu ein javnan.
Innan kappingina søgdu vit, at avrikaðu vit samsvarandi styrkismetingini, og forvunnu vit 50 prosents úrtøku, so vóru vit nøgdir. Tað eru vit eisini.
Sjálvandi kunnu vit taka fram dømi um støður í okkara talvum, sum kundu verið betur frágingnar, at vit viðhvørt kundu vunnið, tá ið vit ikki vunnu, men tað javnvigar helst við øvugtu dømini, tá ið bjargaðu okkum í minni góðum støðum.
Tað gjørdist eitt sindur av einari yoyo kapping fyri okkara viðvkomandi. Vit vóru aloftast annaðhvørt greiður favorittur, ella var mótparturin stórfavorittur. Tí vóru í so stór sveiggj í okkara avrikum.
Luitjen hevði ta møtimiklu uppgávu og ábyrgd at røkja okkara 1. borð. Hann telvaði sum hin einasti allar dystirnar. Av mótstøðumonnunum vóru fýra stórmeistarar og tríggir altjóða meistarar. Úrtøkan, 5½/11, er eitt vet ovari enn tað, ið roknast kundi við. Luitjen skilir talvsins loynidómar væl, og ivaleyst er tað bert ein spurningur um tíð til hann verður altjóða meistari. Tað er fyrst og fremst ein spurningur um raðfesting. Evnini eru har. Hann syrgdi fyri størsta einstaka bragdinum hjá føroyska liðnum, tá ið hann í síðsta umfari ógvuliga sannførandi spældi IM Saraci (2453) úr Kosovo niður.
Eg sat sjálvur á 2. borði. Eg vann á teimum, sum høvdu lægri styrkital enn eg, og tapti fyri teimum, sum vóru betri enn eg. Einasta undantakið var í einum dysti, tá eg telvaði remis. Eg fekk 4½ stig í tíggju dystum og misti trettan ratingstig. Ja, tað er so tað. Hevð eg vunnið í seinasta umfari, tá eg hevði støðuna til tað, hevði eg afturímóti forvunnið sjey ratingstig. So marginalirnir vóru smáir.
Jón fekk 3½ stig í níggju dystum á 3. borði. Tað er júst omanfyri miðal - havandi mótstøðuna í huga. Hann telvaði framfýsin og við fínum sjálvsáliti. Honum eydnaðist eisini at fáa stig frá trimum telvarum við munandi hægri styrkitali. Jón hevur gott talvskil og er mentur at koppa heilt góðum telvarum. So er tað spurningurin, hvussu hann fer at fáa samskipað telvingina og fótbóltin í framtíðini.
Elias telvaði væl longu undir NM í skúlatelving. Hann tykist hava tryggan og haldgóðan talvstíl. Hann tapti einans fyri trimum sera góðum telvarum. Úrtøkan - 4/9 - mundi vera í góðum samsvari við tað, sum krevjast kundi av honum.
Rókur fekk sum eykamaður 1½ stig í sínum fimm dystum. Rókur hevur eisini góða talvfatan og tapti bara fyri telvarum, ið høvdu munandi hægri styrkitøl. Byrjanarspælið kann hann tó royna at bøta um.
Samanumtikið fari eg at siga, at ungu dreingirnir stóðu seg væl. Tað var uttan iva skilagott at geva teimum møguleikan.