info
Ongi úrslit

Füchse Berlin vann og Hannover-Burgdorf tapti

Tað gekk ikki optimalt við málskjótingini hjá føroyingunum í Bundesliguni í dag

Heri Á. Simonsen
3. oktober 2026 kl. 22:40

Tveir føroyingar vóru í leiki við liðum sínum í týsku Bundesliguni í dag.

Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin vunnu tepurt á útivølli 32-31 á Bietigheim-Metterzimmern. Í steðginum vóru berlinarnir á odda 20-17.

Hákun skoraði tvey mál upp á fimm málroyndir. Sambært hagtølunum var hann á vøllinum í 45 minuttir.

Füchse Berlin er nummar fýra í deildini við 10 stigum fyri seks dystir.

Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Hannover-Burgdorf taptu greitt á útivølli 22-28 fyri Melsungen, ið var á odda 13-10 í steðginum.

Vilhelm skoraði tvey mál upp á seks málroyndir, og hann legði upp til eitt mál. Sambært hagtølunum var hann á vøllinum í 41 minuttir.

Hannover-Burgdorf er nummar seks í deildini við níggju stigum.

THW Kiel vann uttan Elias Ellefsen á Skipagøtu á heimavølli 29-26 (13-15) á Gummersbach.

Kiel er næstfremst við 13 stigum.

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

13 tímar síðan

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

15 tímar síðan

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

9. oktober kl. 08:56

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Nærum 900 fleiri fólk – men vøkstur er ikki allastaðni

12 minuttir síðan
Tíðindi

Veðurstovan um illveðrið mikudagin

40 minuttir síðan
Tíðindi

Nú er Einar Johannessen stjóri í Eysturlon

1 tími síðan
Fótbóltur

Seks stig til KÍ og trý stig til HB

1 tími síðan
Tíðindi

Landið hóttir við at taka 7 milli­ónir – bý­ráð­ið er kall­að saman

2 tímar síðan
Tíðindi

»Hjólvelting« – eitt afturvendandi súkklutiltak

2 tímar síðan
Tíðindi

Ábøtur á kirkjugarðin í Kvívík

2 tímar síðan
Tíðindi

Triðheitasti september í Evropa

3 tímar síðan
Hondbóltur

Inga Maria var kosin at vera besti leikarin

4 tímar síðan
Tíðindi

Kallas fegnast um vápnahvíld men ivast í Russlandi

4 tímar síðan
Tíðindi

Bilur rendi á viðfestisvogn á Argjum

5 tímar síðan
Hondbóltur

Bergsøy mátti lúta fyri Berg­en í steypa­kapp­ingini

6 tímar síðan