info
Ongi úrslit

Fakfelagsgjald skal kunna dragast frá í skatti

Landsstýrið skjýtur upp at geva skattafrádrátt fyri fakfelagsgjald. Samstundis skal samdøgursfrádrátturin hækka, og stigvísa minkingin av uttanlandsfrádráttinum steðga.

Eirikur Lindenskov
3. oktober 2026 kl. 18:16

Føroyingar, sum eru limir í einum fakfelag, skulu eftir ætlan kunna draga ein part av limagjaldinum frá í skatti.

Tað er ein av broytingunum í einum nýggjum uppskoti um skattalógina, sum Fíggjarmálaráðið hevur latið Løgtinginum. Uppskotið er eitt fylgilógaruppskot til fíggjarlógaruppskotið fyri 2027.

Frádrátturin fyri fakfelagsgjald verður í mesta lagi 2.000 krónur í 2027. Frá 2028 verður hámarkið 4.000 krónur um árið.

Fakfeløgini skulu á hvørjum ári lata TAKS upplýsingar um limirnar og upphæddina, sum hvør einstakur hevur goldið í fakfelagsgjaldi. Upplýsingarnar skulu latast elektroniskt og skulu millum annað fevna um navn, bústað og p-tal.

Samdøgursfrádrátturin hækkar

Landsstýrið ætlar eisini at hækka samdøgursfrádráttin til 210 krónur.

Frádrátturin hevur serliga týdning fyri føroyingar, sum arbeiða uttanlands. Eftir verandi skipan skuldi hann stigvíst minkast, men við uppskotinum verður henda gongdin broytt.

Eisini stigvísa minkingin av uttanlandsfrádráttinum skal steðga. Frádrátturin verður sambært uppskotinum 30 prosent av skattskyldigu uttanlandsinntøkuni, tó í mesta lagi 84.000 krónur um árið.

Fiskimannafrádrátturin avmarkaður

Fiskimannafrádrátturin verður ásettur til 14 prosent av veiðiinntøkuni. Frádrátturin verður tó bara latin av teimum fyrstu 300.000 krónunum.

Tann parturin av veiðiinntøkuni, sum er hægri enn 300.000 krónur, verður sostatt ikki ávirkaður av fiskimannafrádrátti.

TAKS kann taka gjald

Uppskotið gevur harumframt landsstýrisfólkinum heimild til í kunngerð at áseta eitt gjald fyri hvørja einstaka lønarflyting. Tað merkir, at arbeiðsgevarar kunnu verða kravdir eftir gjaldi í sambandi við lønaravgreiðslu.

Ein broyting verður eisini gjørd í reglunum um tvískatting. Tá tvískatting verður avtikin, skal gjald til eitt annað norðurland, sum er fevnt av norðurlendsku avtaluni um sosiala trygd, kunna teljast sum goldin skattur. Tó kunnu í mesta lagi 6,5 prosent roknast við.

Flestu broytingarnar skulu eftir ætlan koma í gildi 1. januar 2027. Broytingin um norðurlendsk sosialgjøld skal tó hava virknað longu frá inntøkuárinum 2026.

Mest lisið hesa vikuna

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

8 tímar síðan

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Seinasti dysturin hjá ÍBV endaði við stórtapi

49 minuttir síðan
Tíðindi

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

1 tími síðan
Fótbóltur

07 Vestur vann niðara endaspælið

1 tími síðan
Tíðindi

110.000 mótmæltu í París

2 tímar síðan
Hondbóltur

Vendsyssel vann og Aarhus tapti

2 tímar síðan
Tíðindi

Sætta húsið undir bygging í nýggjari útstykking á Sandi

3 tímar síðan
Hondbóltur

Fjórði sigurin á rað hjá THW Kiel

3 tímar síðan
Hondbóltur

European Cup: H71 megnaði javnleik og samlaðan sjeymálssigur á Trogir

4 tímar síðan
Hondbóltur

Føroysku kvinnurnar vunnu seinna dystin móti Eysturríki

4 tímar síðan
Fótbóltur

Geza var besti leikarin og skoraði í stórsigri hjá Grimsby

5 tímar síðan
Tíðindi

Rógvi Joensen í Betesda sunnukvøldið – dópur verður

5 tímar síðan
Fótbóltur

Myndir: KÍ-kvinnurnar hava vunnið FM-heitið 25 ferðir

6 tímar síðan